Innbjóðing í nýggja árinum

Og bók Jesaja profets varð honum fingin, og tá ið hann opnaði bókina, fann hann niður á tann staðin, har sum skrivað stóð: »Andi Harrans er yvir mær, av tí at hann hevur salvað meg, til at bera fátækum gleðiboð. Sent hevur hann meg út til at boða fangum frælsi og blindum sjón, til at sleppa neyðstøddum leysum, til at kunngera eitt Harrans náðiár.« (Luk. 4, 17 – 19)

Á ársins fyrsta degi er tað gott, at lesa hesi orð av Jesu egna munni. Tí her hoyra vit Hann sjálvan boða Evangeliið. Eingin kann betur enn Hann greiða okkum frá, hvat hesi orð hava at týða. 

Mong hugsa, at tey vita alt um Evangelii, bert tey hav hoyrt tað tvær til tríggjar ferðir. Men tað er ein misskiljing. Vit verða ongantíð útlærd í hesum evni.

Vit siga mangan, at Evangelii er til umvendilsi og innbjóðing til at koma til Jesus og blíva frelst. Tað er satt, orði um umvending má til eina og hvørja tíð blíva boða. “Um tit ikki venda um og verða eins og børnini, koma tit als ikki inn í himmiríkið.” (Matt. 18, 3)

Men hvat sigur Evangeliið okkum. Lat okkum enn einaferð hyggja eftir ørindunum, sum vit byrjaðu við. Lat okkum seta ljós á máli. Evangeliið er ein boðskapur um, at Guds frelsu lyfti er uppfylt í Jesusi Kristi.

Evangeliið, ella sum týdningurin av orðinum hevur á okkara máli, tey góðu  tíðindini, sum vit gerast glað yvir at hoyra og bera víðari. Vit kunnu taka eitt dømi, so sum Dávid, tá hann vann á Goliat, tá komu gleðiboðini út til tað jødiska fólki, tá tann ræðuligi fíggindi teirra var feldur, so tey nú vóru fría og høvdu gleði og frið. Tey blivu so glað, at tey og sungu og dansaðu av gleði. Á slíkan hátt er Evangeliið frá Gudi eini góð boð, sum eru søgd av ápostlunum um allan heim, og tann sami Dávid stríddist móti synd, deyða og djevlinum og hevur vunnið yvir teimum.

Evangeliið er boðskapurin um, at frelsan er fullkomin. Guds lyfti er uppfylt, synda skuldin er goldin. Jesus er deyður fyri allar syndir. Hann hevur opna ein veg fyri okkum líka inn til Gud, og letur okkum vita, at øll, sum koma í hansara navni, fáa loyvi til at vera hansara kæra barn. Alt er gjørt tilreiðar, so tú ert bjóðaður at vera við! Lurta tú eftir hesum góða boðskapi, so vil Guds Andi gera sín gerning í hjarta tínum, og tú fært náði til at liva í trúgv og Evangeliið!

 

Jólagleðin skal vara við

❤Jólini fáa ein enda, men ikki tann gleðin, at okkum er í dag ein Frelsari føddur. Tá vit annan jóladag hoyra tekstin um Stefanus, ið bleiv steinaður fyri trúgv sína á Jesus, og at andlit hansara skeina eins og á eingli, tá hann stóð yvirfyri fíggindum sínum. Gleðin varar altso við, og kann fáa okkara andlit at strála av friði og gleði hóast mótgongd og deyða. Stefanus stóð yvirfyri einum grimmum deyð, men hansara eygu vóru vend móti himli, har hann “sá Guðs dýrd og Jesus standandi við høgru hond Guðs.” (Ap. 7, 55)

Stefanus hevði eina stóra trúgv. Og enn í dag leggur Gud trúnna niður í hjørtur okkara. Men kanska er okkara áskoðan ikki tann sama sum tann hjá Stefanus, men kann blíva tað, um vit lata okkum fylla av tí gávu, ið kom til okkara jólanátt. Vit møta óivað sjúku, deyða og trupulleikum, men einki fær loyvi til at kasta skugga á boðskapin um, at okkara Frelsari bleiv føddur og vil verða við okkum, eisini gjøgnum tungar og trongar tíðir.

Stefanus var sterkt ávirkaður av boðskapinum um Jesus, so tað kundi hoyrast og síggjast. Vit skulu óivað ikki ganga sama vegin sum hann, men kanska er, hóast alt, vegurin vit ganga vandamiklari enn vit mangan gruna. Ein fíggindi, sum vit síggja kunnu vit vara okkum fyri, men tann fjaldi fíggindi sum líkasæla sigrar sjálvt á hetjum, um vit ikki eru á varðhaldi, um trúgv okkara á Jesus.

Trúgv, tá ið skýmir umkring teg, sólin er aftan ský, bert lítla løtu – og síðan rísur ein morgun ný. (HM. 228, 3)👍

 

Ótti

 Óttast ikki, tí at eg eri við tær, lat ikki hugin bila tær, tí at eg eri Guð tín, eg styrki teg við høgru hond rættlætis míns, eg hjálpi tær og styði teg. (Jes. 41, 10)

Lat Gud sjálvan tala til tín í dag.

Mítt óttafulla barn, hvat ert tú bangin fyri?

Hevur tú gloymt, at eg eri Gud tín. Tað er tað, sum gerð teg óttafullan, at tú hyggur rundan um teg, so at tú bæði blívur óttafull og ávirka í tínum innara menniskja. Tað kann enn tá ávirka tínar nervar, men óttast ikki, eg eri við tær. Tað, sum er vandamikið, skal eg hjálpa tær við. Og tá tú blívur troyttur, so skal eg styrkja teg. Og tá tú heldur, at tú ert líka við at hokna saman, so skal eg halda tær uppi, við míni høgru hond. Tí óttin kemur av tí grund, at tú gloymir, at eg eri her við tína lið, og eri bæði almáttugur, og um somu tíð elski eg teg. Eg eri Gud tín, óttast ikki meira, hav álit á mær og ver tryggur.

Hvíldarstaði

Eisini spurvin hevur funnið sær høli og svalan eitt reiður, har hon hevur lagt sínar ungar – altar tíni, herskaranna Harri, kongur mín, Guð mín! (Sl. 84, 4)

Alt tað, sum livir má hava eitt pláss, har tað kann hvíla. Smáfuglar hava eitt  fløtt líti reiður at leita til. Har hvíla teir eftir dagsins strev, tí har er so stilt og trygt.

Reiðri hjá eini svalu er ikki vakurt á at líta uttan, men svalan elskar tað, og innan er tað fløtt og blett av strái og dúni. Og har hvílir svalan og fjalir sínar ungar umgird av reiðrinum.

Sálin má hava eitt hvíldarstað. Tá ein fuglur kann blíva troyttur av at flúgva, so kann enn meira ein menniskjasál blíva troytt av lívsins harða stríði. Harrans altar er hvíldarstaður hjá sálini, altari er tað stað, har offur blóði flýtur, tað er har sáttargerðin var framd, Golgata.

Á hendan hátt kann sálin hvíla út í Kristi sáttargerð.  Eins og reiðri hjá svaluni ikki er vakurt á at líta uttan, so er sáttargerðin til ástoyt og forargilsi fyri tey, sum bert líta at henni í frástøðu. Men fyri tann, ið treingir til hvílu, so er sáttargerðin eins og eitt fløtt og trygt reiður.

Við Harrans altar og við Kristi kross kann sálin hvíla umgird av Kristi sáttargerð.

Dømandi

            Hvat so hjarta okkara kann døma okkum fyri; tí at Guð er størri enn hjarta okkara og kennir allar lutir. (1. Jóhs. br. 3, 20)

          Av og á kann eitt hjarta verða tvørt og ikki til at boyggja. Tað kann verða hart yvir fyri øðrum menniskjum, men stundum nógv harðari yvir fyri sær sjálvum.

          Hjarta er mest tvørt, tá tað byrjar at fordøma, tá er røddin so gudsóttandi í sannleikans navni. Tá tigur tað ikki, sjálv um man innarliga biður tað tiga, og hóast tað heldur tað fram við sínum, inntil gleðin, frímóðið og friðurin er burtur, og menniskja situr og suffar eftirá og kallar seg ein hyklara.

          Men lovaður veri Gud. Tað er ein, ið er størri enn okkara hjarta. Til hansara mugu vit flýggja. Vit møta honum í orðinum, og hann fríkennir okkum. Hann vísir okkum burtur frá tí fordømandi hjartanum, og yvir til Kristus og sigur: “Hygg, hann er farin í títt stað, so tín søk er í ordan. Tín frelsa er í Kristusi, og ikki í tær sjálvum. Eg spyrji ikki um, hvat títt hjarta sigur. Eg dømi mín egna dóm, tú ert fríður frá tíni skuldar byrðu.”

 

Hann aleina

»Vit trúgva nú ikki longur fyri talu tína; tí at sjálvir hava vit hoyrt, og vit vita, at hesin av sonnum er frelsari heimsins.« (Jóhs. 4, 42)

Tey høvdu møtt Jesusi persónliga. Tí høvdu tey fingið trúar vissuna. Nú kundu tey vitna: vit vita, at hesin av sonnum er frelsari heimsins.

Ein kvinna frá teirra býi, sum hevði møtt Jesusi, og var komin til trúgv á hann, hevði vitna fyri teimum um Frelsaran. Men eingin kann blíva frelstur grunda á trúnna hjá einum øðrum menniskja. Tað fevnir eisini um børn og ung frá kristnum heimum. Frelsan kann ikki arvast! Vit kunnu arva andlitsdrag og likamligan bygnað, eitt gott høvd og skørp eygu, man kann eisini arva listagávur og at selja, men á ongum sinnið arva frelsuna. Frelsan má ognast heilt persónliga av hvørjum einkultum.  Ein og ein mugu vit ganga inn í Guds ríkið.  

Lat okkum gleðast um, at øll hava ein møguleika. Frelsan er atkomulig fyri ein og hvønn, og trongdin til Gud finnist á botninum í hvørjum mannahjarta. Tín viðfødda trongd til Gud vil draga teg til hansara, og vil gera tað ómøguligt fyri teg í longdini at liva uttan hann. Og tá Gud kallar á teg, so finnur hansara kall afturljóð djúpast í tínum lyndi. Tað er tín andaligi ónøktaður  hungur og tað guddómliga kalli, sum arbeiða saman fyri at føra teg fram til eitt persónligt møti við Jesus, og gevur tær møguleika til, at velja hann sum Frelsara og Harra.

Tað var tað, sum Sámáriubúgvar høvdu uppliva. Fyrst høvdu teir hoyrt um Jesus gjøgnum kvinnuna, og so høvdu teir møtt honum persónliga. Tað fyrsta var gott, men ikki nokk. Tað fyrsta var hugborin trúgv á Jesu frelsu, tað annað er roynda trúgvin til frelsu. Jesus Kristus vil búgva við trúnni í okkara hjørtum, sigur Bíblian. Hann vil, at vit bundin í trúnni, og at verða sameind til eitt í honum. Hann vil ikki, at tað er pláss fyri øðrum, enn honum í hjørtum okkara.

Huldur dýrgripur

Huldar dýrgripir lati eg tær lutast og fjaldar ognir, so at tú sannar, at tann, ið nevnir teg við navni, eri eg, Harrin, Ísraels Guð. (Jes. 45, 3)

Tað er ikki nakar av okkum, sum veit, hvussu dýrabart ríkidømi Gud hevur  goymt til okkum. Vit hava bert eitt at gera, og tað er at taka ímóti.

Men dýrgripurin er fjaldur. Gud má tí føra okkum inn í sítt myrka skattkamar, og har leggur hann nakað í tínar hendur. Um so er, at tú ikki blakar tað vek, men heldur fast um tað, inntil tú aftur ert úti í ljósinum, so fært tú at síggja, at tað var ein dýrgripur, sum tú fekst har inni.

So vilt tú takka honum fyri myrkri.

Og ríkidømi er goymt í duldum. Hvørja ferð tú fert innar í loynikamar títt, og er har inni aleinaður saman við honum, so gevur hann tær eitt líti sindur av ríkidømi frá sær.

Vilt tú hava nógv av Harrans ríkidømi, so ver tú títtur í loynikamar tínum.

Hvør er næstin

Tit skulu liva sum tað er sámiligt fyri Guði, sum kallaði tykkum til ríki sítt og dýrd sína. (2. Tess. 2, 12)

Tað tróta ikki áminningar í Bíbliuni um, á hvønn hátt vit skulu liva sum Guds børn. Men tað, sum manglar í stórum er, at útinna hesar áminningar. Er tað tí, at vit líkjast heimsins børnum, sum seta egnar meiningar yvir tær, sum Gud setur? Ella er tað andaligt leti, ið ger, at vit ikki gera eitt átak fyri at hevja okkara kristna støði? Gud krevur ikki tað ómøguliga av okkum, men at vit heilhjartað vilja ganga veg hansara. Og hann gevur okkum trúar systkin, sum hann ynskir skulu traðka hjálpandi til, so at vit alla tíðina eru tilreiðar, at lyfta hvønn annan upp, tá vit snáva. Gera vit ikki tað, er tað tí so, at vit mangla beinasemi og næstakærleika, og kanska enntá viljan til at fyrigeva og gloyma? Liggur tað ein leivd av nagg frá fortíðini, so kunnu ella vilja vit ikki hjálpa, so sum Gud hevur álagt okkum í sínum orði. Tá ganga vit ikki Gudi verdugt, men er við okkara framferð verri enn tann, sum dettur í eini roynd at liva sum ein kristin. Tann sum í gáloysni  syndar, verður tikin á bóli av sínum gamla eg. Meðan tann, sum  partvís fyrigevur, hann ger tað bevíst.

Við tað, at Gud legði uppí, blivin vit eitt nýtt menniskja, og skulu tí taka hesa Guds uppíleggjan eins og eina dýrabara gávu. Paulus vísir á, hvussu vit skulu klæðast í Guds brynju, so at vit kunnu sigra, tá álopini koma. Vit eru ikki kallaði til andaligt leti, men gera tað til eina lívsuppgávu, at tæna Gudi við at ala fram eitt hægri andaligt støði hjá okkara næsta og kenningum.

Íblástur í Sands kirkju sunnudagin 7. Des. 2014. Sama dag sum Havstein Klein bleiv innsettur sum prestu í Sands prestagjaldi.

 

Trupulleikar kunnu loysast

Guð er okkum vernd og verja, ein hjálp í trongdum, ið aldri svíkur. (Sl. 46, 2)

Eingin sleppur undan trupulleikum. Nøkur hava trupulleikar í hjúnalagnum, onnur í samband við teirra arbeiði. Mong hava fíggjarligar trupulleikar, og onnur hava grunda á sjúku. Stríð og ósemjur í familjuni ella við grannan kann eisini skapa trupulleikar.

Trupulleikar kunnu loysast. Ja, men mangan eru teir so stórir eins og fjallið, og eru tí ikki farandi undir, ikki við okkara egnu kreftum ella evnum. Tí mugu vit søkja skjól hjá Gudi. Tí hjá honum kunnu vit fáa hjálp og styrkið. Gud kennir okkara trupulleikar. Hann veit, at vit líða undir teimum og hava tað tungt. Og hann vil gjarna hjálpa okkum. Okkara egnu møguleikar eru avmarkaðir, men hjá Gudi er onki ómøguligt! Tí mugu vit fara til Gud við okkara trupulleikum, og biðja hann loysa trupulleikarnar fyri okkum.

Ver ikki afturhaldandi yvirfyri Gudi. Sig honum alt, ikki halda nøkrum aftur, sum tyngir teg. Sig honum tað heila. Fjal ikki yvir nøkrum, og royn ikki at káva útyvir tað. Sig tað við hann alt sum tað er. Eingin trupulleiki er ov stórur, so at tú ikki kanst koma til hansara við honum. Og einki er ov smátt, at tú ikki kanst bera tað fram fyri Harran.

Gud er tilreiðar við síni hjálp, og hann bíðar eftir tær. Tú mást gera tínar trupulleikar til eitt bønar evnið. Trupulleikar og meinbogar koma frammanundan teimum undrum, sum Jesus vil gera í lívið tínum. Tað goymir seg vælsignilsi aftanfyri tað, sum tú upplivir sum trupulleikar.

Tá vit til endans kunnu síggja og viðganga, at vit eru maktasleys, og ikki vit inn ella út, tá er eitt undur frá Jesusi fyri durum. Og tá væntar okkum eitt hvørt óvænta. Men tað má byrja við, at tú bert allar teir leysu endarnar fram til Jesus. Lat alt tað, sum er fari í sor rundanum teg, koma undir hansara viðgerð. Verð ikki ræddur fyri at gera tað. Lat Gud veruliga blíva títt skýli.

Tá tú kemur til hansara, troyttur og undir díktur við øllum teimum tungu tingunum, tá kemur tú til at kenna hjálp og hvílu. Hann er førur fyri at gera teg stillan og róligan, sjálv undir teimum mest beisku viðurskiftum og sorgum. Á hendan hátt er Gud. Tað er eingin sum Gud.

Kvirran í Jesusi

Guðs friður, sum ber av øllum viti... (Fil. 4, 7)

Tann, sum eigur Guds frið í hjarta os sinnið, fær styrki til at sigra yvir freistingum og kraft til at halda út í mótgangi. Tann, sum upplivir Guds frið, eigur ein dýrgrip, ið ikki kann metast um, tí Guds friður ber av øllum viti. Guds friður hevur einki við kenslur at gera, men er ein støða, sum ein ikki er mentur at greina, men er at líkna saman við eitt hav, sum er spegils blankt. Einki kann elva til eina aldu í einum sinn, sum er fylt við Guds friði.

Við friði í hjartanum, kann eitt menniskja møta teimum mest ræðuligu upplivingum uttan at vikast. Mín frið gevi eg tykkum! segði Jesus. Guds friður er tí ein gáva. Men hon fylgir okkum ikki, um so er, at vit velja vegin sjálv, og sum Gud ikki vælsignar.

Jesus kennir okkara trupulleikar og veit, at lívið hevur mangar tungar løtur við sær. Tí bjóðar hann okkum at koma til sín, og hann vil geva okkum hvílu. Tey, sum uppliva Guds frið og hvílu í Jesusi Kristi, eru blivin ein partur av helluni, sum ikki kann vikast, sjálvt um stormarnir koma og bylgjurnar ganga høgt móti klettinum, tí vit eru fjald í honum, sum er okkara hella.

Tí æviga kletti nú hvíli eg á, hann, hann er mín friður í dag; (Ef. 1, 14) og harvið eg himmalin tryggur skal ná, tann stað, sum mín trúgv hevur sæð.

Ein borg mær hann er, har eg hvíla nú kann sum skip í tí tryggastu havn; hjá Jesusi eina mín sál hvílu fann, mín friður er hansara navn, hann sjálvur meg tók í sín favn. MS. 495, 3

Hvar skulu vit fara

»Sí, vit hava yvirgivið alt og fylgt tær.« Jesus segði: »Sanniliga sigi eg tykkum: Tann er eingin, sum er farin frá húsi ella brøðrum ella systrum ella móður ella faðir ella børnum ella jørðum fyri mína skuld og gleðiboðskaparins skuld, uttan at hann skal fáa tað hundraðfalt aftur, nú í hesi tíð bæði hús og brøður og systrar og møður og børn og jarðir, ásamt atsóknum, og í hinum komandi heimi ævigt lív. (Mark. 10, 29 – 30)

Jesus bað tann ríka unga mannin um, at selja alt, og geva til tey fátæku. Tað sær út sum eitt stórt krav. Men tað er ikki annað enn tað, sum lærusveinarnir júst høvdu gjørt. Teir vóru farnir frá øllum fyri at fylgjast við Jesusi.

Frá tí løtu lærusveinarnir tóku ímóti kallinum, um at blíva ápostlar, tá vóru teir ognarleysir og fátækir. Nakrir av teimum, óivað allir, høvdu verði meira ella minni væl fyri peningaliga áðrenn teir blivu ápostlar. Men frá tí degi teir byrjaðu at fylgjast við Jesusi, høvdu teir forláti alt.

Pætur kann við røttum spyrja Jesus: »Sí, vit hava yvirgivið alt og fylgt tær. Hvat verður tá okkara lutur?« (Matt. 19, 27)

Hesin spurningur er á ongan hátt eitt orðafelli fyri, at Pætur og ápostlarnir vóru misnøgdir. Men nøgdir! Teir sóu tað sum sína æru og gleði at fylgjast við Jesusi. Teir høvdu funnið ríkidømi og sælu í honum, sum gjørdi tað ómøguligt fyri teir at venda til nakað annað. Pætur segði við Jesus, tað ferðina allir vildu ríma frá honum, og Jesus spurdi um eisini teir tólv vildu ríma frá honum, tá svaraði Pætur: “Harri, hvønn skulu vit fara til? Tú hevur orð hins æviga lívs:” (Jóhs. 6, 68)

Tað er álit og uggan til Jesus í spurninginum hjá Pætur. Hvar skulu vit fara?

Jesus svaraði eisini heilt greitt uppá spurningin: “Tann er eingin, sum er farin frá húsi ella brøðrum ella systrum ella móður ella faðir ella børnum ella jørðum fyri mína skuld og gleðiboðskaparins skuld, uttan at hann skal fáa tað hundraðfalt aftur, nú í hesi tíð bæði hús og brøður og systrar og møður og børn og jarðir, ásamt atsóknum, og í hinum komandi heimi ævigt lív.”

Tey, sum vilja tæna Harranum, við at boða Guds orð, ella einum ella øðrum í Guds víngarði, er tað ómøguligt at hava nakað annað útgangsstøði enn Jesus sjálvan! Tey kunnu ikki hava ognir, pengar, ella annað at falla afturá. Tey kunnu heldur  ikki hava gott arbeiði at taka til. Bert tann, sum hevur lagt alt afturum seg fyri Jesusar skuld, hann tænir honum á rættan hátt!

Men eitt slíkt menniskja hevur í sannleikanum eisini Jesusar váttan og lyfti um, at Jesus skal syrgja fyri honum!

Eitt vantar tær

Men Jesus hugdi upp á hann og fekk yndi til hansara og segði við hann: »Eitt vantar tær: Far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli; og kom so og fylg mær!« (Mark. 10, 21)

Jesus fekk yndi til tann unga manni, sum spurdi hvat hann skuldi gera fyri at arva ævigt lív.

Tað var ein vakur ungur maður, sum livdi eitt lív við høgum morali. Í eygunum hjá øðrum og sær sjálvum, so hevði hann frá barnsbeini av innrætta sítt lív eftir boðum Guds.

Hóast tað, so var hann bundin av tveimum av teimum størstu syndum eitt menniskja kann verða bundið av: “Sjálvráðin og penga girnd.”

Hetta bleiv ikki greitt fyri honum fyrr enn, at Jesus segði við hann, eitt vantar tær. Hann mátt selja alt tað hann átti, og geva til tey, ið trongdu til hjálp, og so skuldi hann fáa dýran grip í Himli.

Tað er vandamikið at vera ríkur. Jesus sigur at tað er torført fyri ein ríkan at koma inn í Guds ríkið. Lærusveinarnir blivu bilsnir yvir slíka úttalu, og spurdu: “Hvør kann tá blíva frelstur?” Jesus svaraði: »Hjá monnum er tað ógjørligt, men ikki hjá Guði; tí at alt er gjørligt hjá Guði.«

Um so var, at tann ríkið ungi maðurin hevði boygt seg fyri Jesusar orðum, og hevði sagt: “Eg veit, at eg eri glaður fyri pengar, og megni ikki at selja tað eg eigi, og eg játti at eg eri bundin av mínum pengum, og míni ogn, tá hevði Jesus kunna hjálpt honum.

Men tað vildi hann ikki viðganga, og fór tí syrgin burtur frá Jesusi.

Jesus er komin fyri at loysa tær leinkjur, ið binda, og at seta fangar í fríar. Tað umfatar eisini tey, ið eru bundin av pengum. Á sama hátt eisini fyri tey, ið eru: “Sjálvráðin og penga gramm.”

Men tá má Jesus fáa okkum til at síggja, og játta at vit eru bundin! Annars kann hann ikki hjálpa okkum. Tíanverri hendir tað sjáldan, at Jesus fær hjálpt slíkum menniskjum. Eisini í dag fer fjøldin av menniskjum syrgin burtur frá Jesusi av somu grund.

Tað skuldi ikki veri neyðugt, tí Jesus kann og vil hjálpa teimum, um hann fær loyvi til tað!

 

Lat Gud tendra teg

Rørið, ið brákað er, skal hann ikki bróta, rakið, ið rýkur, skal hann ikki sløkkja. Við trúfesti ber hann rættin út. (Jes. 42, 3)

Rakið, ið rýkur er nógv verri enn eitt brákað rør. Tí tað er ikki bert ónýtiligt, tað er eisini skaðiligt.

Rakið, ið rýkur, tað eitrar luftina. Rakið skuldi jú brenna, og upplýsa tað myrka rúmið, men so er tað sløkna og liggur og gevur ringan deym frá sær. Tann fyrsti, ið kemur inn í rúmið, hann vil sløkkja tað straks, so deymurin av tí, ikki verður har meira.

Kæra sál. Tú skuldi eisini lýsa. Tú hevur kanska eisini gjørt tað? Gert tú tað enn? Ella gevur tú bert ringan deym frá tær,  og eitrar og oyðileggur luftina rundan um teg.

Hoyr tó Harrans orð, tí tey eru full av náði og frelsu: “Hann skal ikki sløkkja rakið, ið ríkur.” Hann breiðir út sítt rættlæti við trúskapi.

Hann vil aftur tendra teg, og reinsa tað brenda rakið, so at tú aftur kann brenna eins og eitt nýtt ljós. Hann tørvar teg, heimurin er so myrkur. Lat Gud tendra teg av nýggjum!

Støðufestið

 Men hann biði í trúgv og ikki ivandi; tí at tann, sum ivast, er líkur eini sjóvaraldu, sum reisist og fer undan vindinum. (Ják. 1, 6)

Ein havalda er óstøðug, og er tað nógvur vindur, so eru tað stórar aldur og brot. Men blívur tað so stilli, so eru tað bert smá aldu sig, sum hógliga rulla, og bylgjurnar fara tann vegin, sum vindurin blæsur. Havið er støðugt skiftandi. Ein bylgja hevur ongantíð eitt mál. Áirnar renna altíð móti havinum. Í stormi og stilli, nátt og dag, í brekku ella á sløttum, so ferð áin altíð móti máli sínum, havinum. Meðan bylgjurnar ikki hava nakað endamál. Havið er altíð í røring, men tað vil einki. Havið er altíð í røring, men uttan mál.

Um eitt bønar lív ikki er skipa av trúgv, so kann tað blíva eins og aldan óstøðugt. Viðhvørt sterkt og í fagnaði, men oftast stilt og dovisligt eins og eitt aldusig í eini sál. Eitt bønar lív kann eisini merkjast og huggripið av hvønn veg vindurin blæsur í tíðini. Tann, ið biður uttan trúgv, hevur nakað vónleyst yvir sær. Hann er óróligur og uttan ró eins og aldan. Bøn hansara kemur ongantíð á mál og blívur ikki uppfylt.

Trúgv er: Ró! Álit! Avhending! Vilji! Støðugur! Tann, ið trýr, er at líkna saman við ánna. Hon hevur altíð sama rætning. Hon hevur eitt mál, havið, Gud. Hon er óávirkað av vindinum. Hon blívur við, og gevst ikki fyrrenn málið er náa.

Fult álit

...trongdin virkar tolmóð, og tolmóðin roynslu, men roynslan vón. (Rom. 5, 3 – 4)

Var á vitjan, tá hetta kom upp at venda: “Fult  álit, ella vissu, og livandi trúgv.”

Tað eru vist mong Guds børn, har vónin ikki er blivin livandi. Tann heimur, sum tey liva í, er teimum for nær og for kærur, meðan tann ævigi heimur er fjarur og óveruligur.

Tí má Gud senda teimum roynslur. Tí roynslurnar virka vón. Tá trongdirnar bróta inn yvir lívið hjá einum menniskja, og taka allar falskar stuðlar burtur og tekur eisini burtur tað, ið stóð hjartanum nærmast og ger ein lítlan og hjálparleysan, og tá ein so í myrkti trilvar eftir einum hvørjum at stiga seg til, tá grípur ein um vónina, tað undurfullu livandi vónina. Tá leitar eyga sær burtur frá tí jarðiska og stokkuta, inn í ein nýggjan heim av vakurleika og ljósi, inn í tann æviga bústað, sum er tað heita heim fyri gudsbarni, inn til Jesus Kristus sjálvan, ið er einasta vón fyri sálina.

Góði Gud, so lat tá heldur roynslurnar koma, so at tú kanst føra himmalin nærri at mær. Tað er einki lív so ríkt sum tað, at liva í áliti og trúgv. Lat meg fáa eitt roynt sinni, so at tað roynda sinni kann geva mær eina livandi vón.   

Stórur sigur

Tí kann hann eisini fullkomuliga frelsa tey, sum við honum koma til Guðs... (Heb. 7, 25)

Er tann fullkomna frelsan ikki nakað, sum bert nøkur fá menniskju kunnu uppliva? Og er vegurin til fullkomna frelsu ikki ein serstøk uppliving við einum serligum dópi?

Nei! Tí á hendan hátt sigur orði.

Tann, ið kemur til Gud við Kristusi!

Altso er vegurin, at koma! Einkult, erligt og einfalt, við síni synd, fátækdømi og neyð.

Og so svarar hann við fullkomnari frelsu!

Er evangelii ikki undurfult! Tann, sum kemur til Gud við Kristusi, hann vinnur alt.

Hann er fullkomiliga reinur og heilagur í Kristusi.

Hann hevur fría atgongd til kraftar og vælsignilsis kelduna. Hann hevur Andans veðhald og játtan um, at hann skal vinna tann æviga sigur. Hann fær alt, bert við at koma!

Kæra sál, manst tú ikki gleðast. Sig ikki, at tú ert fátækur eins og tann heimagangandi sonurin í líknilsinum um tann burturvilsta sonin. Alt er jú títt. Tú ert tann ríkasti skapningur í heiminum, tí tú eigur í Jesusi Kristi eina fullkomna frelsu.

Íblástur frá mánakvøldinum 17. nov. á Blákross Cafee, har aðalmáli í boðskapinum var: "Kom!"

Herðklæði

Farið tí í øll herklæði Guðs, so at tit kunnu vera førir fyri at veita mótstøðu hin vánda dagin og at standa við, tá ið alt er vunnið. (Ef. 6, 13)

Man hesin dagur blíva ein av “teimum óndu døgunum”. Tað veit bert Gud. Tann óndi dagurin er ein serstakur roynslu og freistingar dagur. Ein dagur har trupulleikar og tvørleikar rúgva seg upp, har tað ónda hevur yvirvág, og Gud vísir seg at vera fjarur.

Men tú skalt sigra á tí ónda degnum. Og soleiðis blívur tann óndi dagurin til ein góðan dag. “Farið tí í øll herklæði Guðs”. Far tí ikki í stríð uttan vápn. Drekk tær styrki við bønar kelduna. Gríp tí um svørð andans og trúarskjøldurin.

Gud vil ikki fría teg fyri stríð, men tað kann harafturímóti gerast serliga hart. Allarmest stríði móti tínum egna sinni og tínum egna vilja. Men tú “skalt standa ímóti”. So til seinast: “standa, tá ið alt er vunnið.”

Sigrandi sigursgleði! Tá ið alt er vunnið. Vit skulu ikki liggja vónbrotnir og yvirvunnir eftir á váli. Men standa sum sigursharri yvir øllum tí ónda.

 Farið tí í øll herklæði Guðs!

Fjaldur longsul

Enntá í látri kennir hjartað trega, og endin á gleðini er harmur. (Orða. 14, 13)

Mong menniskju liva umgird av einum múri rundanum seg. Og hann verja tey við ídni. Og mangan ger man seg til meira, enn ein í veruleikanum er. Aftanfyri múrin fjala tey mong óeydnisomu menniskju seg. Í okkara tíð finnast tað nógv fleiri ólukkulig menniskju, enn vit gruna. Tey eru at finna í øllum aldursbólkum og samfelagslag. Einahelst er tað tey ungu, ið eru ólukkulig. Vit hoyra um skúlanæmingar, sum gera sjálvmorð. Aftanfyri tann óektaða múrin og tann falska láturin, var tað eitt hjarta, ið græt. Bíblian hevur rætt, tá hon sigur: “Enntá í látri kennir hjartað trega, og endin á gleðini er harmur.” Mangan verður tað sóknast eftir friði og ríkidømi, glampi og æru, og hugsa, hvat kann hjarta meira tráa. Men djúpt har inni býr tann sami longsul, og hjarta grætur í sínum gylta fongsli.

Tað er ein vegur, sum kann føra teg út úr tíni ólukkuligu støðu! Byrja við, at lata múrin falla. Tak bindið frá eygunum, og ásanna og játta tína veruligu støðu. Legg alt fram fyri Harran, og ver ikki kedd um, at skula fortelja honum um títt miseydnaða lív og tínar syndir. Halt ikki nøkrum aftur, men gev honum alt. Lat hann sleppa inn í øll rúmini í hjarta tínum. Gev honum teg sjálvan!

Jesus Kristus hevur alla tíðina fylgt við tær í lívið tínum, og á hvønn hátt tú hevur liva. Og nú, hevur hann hevur opna tíni eygu og skapa eina ásanna í tær, um tað, ið ikki eydnaðist. Hann hevur sæð tíni tár og tín longsul, og nú vil hann koma, og gera nakað nýtt fyri teg. Hann kemur ikki at gera ábøtur ella pjøssa uppá teir gomlu skaðarnar, nei, hann vil gera teg til eitt heilt nýtt menniskja. Tú fært loyvi til at byrja av nýggjum.

Í samfelagi við honum vil lív títt fáa meining og innihald, og tú vilt koma til at læra, at tað sanna og ektaða er gleðin í Jesusi.

 

Tá óttin nívir

»Havið gott treyst! Tað eri eg! Óttist ikki!« (Matt. 14, 27)

Teir trúðu, at tað var eitt spøkilsi!

Og so var tað teirra besti vinur!

Teir trúðu, at aldubrotini skuldu blíva teirra grøv.

Og so skuldi stormurin hava til endamáls, at opinbera eina nýggja síðu av Kristi dýrd.

Jesus brúkar enn á døgum tað somu framferð, tá hann gjøgnum stormin kemur til sínar lærusveinar. Tá vindurin er ímóti, og bylgjurnar ganga høgt, tá náttin er myrk, tá alt hetta hevur gjørt lærusveinarnar lítlar og eyðmjúkar, á sama hátt sum eitt ódnarveður kann vísa menniskjum teirra undirlutastøðu, tá kemur hann, enn tann dagin í dag gangandi eftir sjónum til síni kæru børn. Hann er í byrjanini ikki til at kenna aftur, og man er í tí støðu, at nú er alt at enda komi, men so hoyrir man tað kendu røddina og sær at tað er hann, sum kemur gangandi, og hann sigur: Tað eri eg!  Óttist ikki!

Og so blívur tað so kvirt og trygt innanborða. Sjálvt um stormurin heldur á, so er óttin horvin.

Fyri einki

Og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði hansara við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi. (Rom. 3, 24)

 

Rættvísgjørd vil siga, at tað er ein váttan um rættvísi. Gud tekur míni skjøl fram og gjøgnumgongur tey. Hann lesur um synd, eginkærleika, órættvísi og óndskap á hvørji einastu síðu. Og tað er einki sum kann umbera meg. Tó váttar hann, tá hann sær, at eg trúgvi. Tú ert rættvísur! Fyri Kristi skuld skal tín synd verða gloymd og fyrigivin. Og tú ert fríður og reinur!

 

Tað er undurfult! Eg armi syndari. Tað er stórt! Ikki uppiborið!

 

Hann leggur dent á tríggjar ferðir í v/24, at tað ikki er uppiborið. Tað er óuppiborið! Tað er av Guds náði! Tað er grunda á Kristi endurloysn!

 

Ja, trúfasti frelsari! Sig mær tað við tínum Anda umaftur og umaftur. Eg havi ikki lætt við at fata tað. Eg gloymi tað so lætt. Eg treingi so sáran til tað. Tað er av náði! Tað er óuppiborið! Tað er fyri Kristi skuld! Eg missi so skjótt móti, og blívi mangan troyttur, tá eg hyggi uppá meg sjálvan. Eg havi ikki uppiborið nakra frelsu. Og so fái eg alt hetta fyri einki sum eina óuppiborna gávu, alla frelsuna í Kristusi. O Harri, lat meg ongantíð missa mítt grundarlag í tí, eg ikki havi uppiborið. 

 

Trúgv

Hon kom til hansara aftanífrá og nam við faldin á kappa hansara. (Matt. 9, 20)

Aftanífrá, so bangin var hon. Hugsa sær til, um hon nú bleiv víst burtur! Kanska var hon bangin fyri at síggja Jesus í eyguni. So vildi hann sæð tvørtur ígjøgnum hana, og so hevði tað vist ikki verði nøkur vón um, at fáa hjálp.

Faldin á kappa hansara! Hon tordi fyri so vítt ikki at nerta við hann, men bert við hansara klæðir, og so enntá, við tá ytsta á klæði hansara.

Men tað var nokk! Kvinnan fekk hjálp! »Hav tú gott treysti, dóttir mín, trúgv tín hevur frelst teg.« v/22.

Á hendan hátt er Jesus. Sjálvt tann óttafullu, trilvandi trúgv gevur hann sítt svar, og sína hjálp. Sjálvt fyri eina ófullkomna trúgv er tað er ein fullkomin frelsa.

Men so vendir hann sær ímóti tær! Hann vil ikki hava, at tú skalt liva lív títt lív í óttafullari trúgv. Tú skalt kasta teg í hansara favn, og við fagnaðarrópi siga honum takk.

Hin sami

»Ikki tarvast teimum heilsusterku lækna, men teimum, ið ilt hava. Eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar.« (Mark. 2, 17)

Teir skriftlærdu og fariseararnir kundu ikki fata, at Jesus kundi verða í rúmi saman við tollarum og syndarum, og ikki at tala um, at eta saman við teimum! Teir góðu honum ábreiðslu fyri tað. Jesus greiddi teimum frá, at hann av somu orsøk var komin fyri at taka sær av tílíkum menniskjum: tollarar, syndarar og sjúk! Evangelii er fyri øll, men bert “sjúk” og syndarar vita, at tey hava brúk fyri honum.

Og nú mong ár aftaná, er tað sama galdandi. Eiga vit ikki at vera glað um, at vit liva í eini tíð, har hesin boðskapurin enn ljóðar. Tað er tað besta, sum vit kunnu hoyra! Jesus er hin sami í dag eins og áður. Eisini í dag ferð hann inn til tollarar og syndarar og sjúk. Tað er eingin synd, sum hann ikki kann fyrigeva, eingin pína, sum hann ikki kann linna, eingin neyð, sum hann ikki kann hjálpa okkum við. Sum tann stóri kærleiksfulli læknin hann er, so leitar hann eftir okkum og gevur okkum lekidóm, linna og hjálp.

Onkustaðni í dag, vildu reaksjónirnar verði á sama hátt eins og tá, neiligar, um man sá Jesus vera saman við teimum djúpast falnu. Mong høvdu uttan iva tikið sær ilt av tí. Men Jesus hevði ikki tikið sær av tí, hann vildi áhaldandi verði hjá teimum ússaligu, fyri at hjálpa teimum. Hann er ikki komin fyri at ákæra og døma menniskju, men fyri at frelsa tey. Um Jesus ikki var á hendan hátt, so hevði ongin vón verði fyri nakran av okkum. Tað er ikki ein av okkum, ið kann standa seg fyri Gudi, út frá tí, vit eru ella hava gjørt. Sjálvt frá tí besta í lívi okkara mugu vit frelsast! Tað kundu teir “rættvísu” ikki skilja. Tí mátti Jesu lata teir fara.

Men fátækar syndarar, tey, ið ongar umberingar høvdu, og sum í teirri neyð vendu sær til Jesus, teimum tók hann sær av, við stórum kærleika.

 

Med venlig hilsen

Jóhannes Danielsen
05-11-2014

Endurloysn

Sum vit hava endurloysingina í við blóði hansara, fyrigeving syndanna, samsvarandi náðiríkidømi hansara, sum hann veitti okkum ríkliga. (Ef. 1, 7-8)
Ein undurfull endurloysn: Fyrigeving syndanna. Hendan endurloysn er sjálv Himmalsins dýrd fyri tann, hvørs synd er ein ólíðandi pína. Mín synd er fyrigivin. Mín skuld er strika. Eg eri leysur og fríður grunda á kraftina av Krists endurloysn.
Og hendan endurloysn og fyrigeving møtir mær í øllum sínum veldi og ósigandi yvirflóð “samsvarandi náðiríkidømi hansara”! Og fyri at gera tað meira greitt fyri okkum at fata, so leggur hann afturat “sum hann veitti okkum ríkliga.”
Hvussu kann eg tá ivast meira, tá náðin er so rík! Vek við sorg og gremjan! Lat ivan blíva vek! Tá hann ríkiliga gevur mær syndanna fyrigeving eftir sínum náði ríkidømi. Skuldi eg so ikki trúð á hann, og takka honum!
Tí alt hetta eigi eg, við Kristi blóð. Tað er bót fyri tað, og er fullgjørt. Mítt varafólk doyði fyri meg. Hansara náði ríkidømi, er falli mær í lut, við Kristi blóði.
Á, tað vælsignaða Jesu blóð!

Eittans fet

Millum meg og deyðans er eittans fótafet. (1. Sám. 20, 3)

Bert eitt fet!

Vit geva okkum ikki far um eitt fet, sum vit taka. Vit ganga hvønn einasta dag mong fet til einkis. Tað hevur ikki tað stóru ávirkan á okkum, tí hugsa vit ikki so nógv um tað.

Og tó, so er tað bert eitt slíkt fet ímillum meg, og tað ræðuliga og ókenda, sum eitur deyðin, tað seinasta punktum fyri mítt jarðiska lív, tað stóra kolon frammanfyri ævinleikan. Eitt fet!

Tá blívur tað álvarsamt at liva.

Tá blívur tað ábyrgdarleyst at liva í óuppgjørdari synd. “Fáar minuttir um at gera, kann meg fyri trónuna føra.”

Av tí orsøk, at tað bert er eitt fet ímillum meg og deyðan, so má tað ikki koma fyri, at tað er eitt fet millum meg og Jesus. Eg má liva mítt lív við Jesusi og í Jesusi, ikki skildur frá honum. Hvør dagur má livast undir ævinleikans ábyrgd. Mínar føtur mugu ikki standa á einum staði, har eg ikki við gleði kann fara her frá, og taka tað næsta feti inn í ævinleikan. Harri, hjálpi mær at liva á hendan hátt í dag.