Vitnisburður úr Vági

(Jesus)...prædikaði gleðiboðskapin um ríkið og grøddi hvørja sjúku og hvørja ilsku...tókti honum stórliga synd í teimum...Akurskurðurin er mikil, men arbeiðsmenninir eru fáir. (Matt. 9, 35 – 37)

Var ein túr í Suðuroynni, har veðri var av tí allar besta. Vóru so farin ein túr til gongu í góðveðrinum, tá konan sigu við meg, eg kundi hugsa mær at fari inni í handilin her at hyggja eftir einum hvørjum. Eg segði við hana, at eg seti meg á hendan garðin og njóti sólina so leingi. Á garðinum sat ein annar maður, sum eg sá, at hann bara uppá eina ella aðra sjúku. Tá eg var setstur, tá sigur hann við meg. Eg eri rættuliga sjúkur av sukursjúku, men eg veit um ein, sum er kendur við allar sjúkur, og sum heldur hond sína um meg, hann, sum doyði fyri meg á Golgata, og peikar uppeftir. Løtan uttanfyri handilin bleiv ein sonn vitni løta, har vit prísaðu okkara Harra og Frelsara. Slíkt frímóð, sum hesin maður hevði, kann bert tann hava, sum hevur tikið ímóti frelsuni í Jesu navni, og har hann er blivin Harri í lívinum hjá viðkomandi. Komi allar tíðir at minnast hesa løtu!

Tað var ein ávísur bólkur av menniskjum, sum Jesus hevði tokka til. Tað vóru tey, ið liðu. “Hann tókti stórliga synd í teimum” stendur tað. Tað merkir, at hann hevði samkenslu við teimum, og tókti synd í teimum og hevði várkunn við teimum.

Á hendan hátt var Jesus, fullur av kærleika og eymleika, og fullur av umsorgan. Og hansara áhugi fyri teimum, sum líða, tað veri seg likamliga ella sálarlig, so er hann áhugaður. Bíblian sigur frá, at Jesus hótti at storminum og bjargaði menniskjum frá at drukna. Hann gav eini fjøld av menniskjum at eta, sum ongan møguleika høvdu, ongan møguleika at fáa mat. Hann grøddi allar sjúkur og veikleikar.

Jesus hevði í stóran mun umsorgan fyri likaminum, men hann gloymdi ongantíð sálina. Tá hann sá vanrøktar og illa fyri komnar skarar av menniskjum, tá brast út úr honum: “Akurskurðurin er mikil, men arbeiðsmenninir eru fáir. Biðið tí hann, sum akurskurðin eigur, at hann vil senda út arbeiðsfólk at heysta inn skurðin.” (Matt 9,38) Tá meinti hann uttan iva um teirra andaligu neyð.

Tað Nýggja Testamenti er fylt við frásøgum, sum vísa á, at Jesus tók sær av menniskjum í neyð. Hann er júst tann sami í dag. Hann er her. Hann sær okkum, og hann sær okkara neyð. Hann sær tey gomlu og veiku, tey, sum eru aleina og tey sjúku. Hann sær tey, sum syrgja. Hann sær tey øll, og tykir synd í teimum! Á ein serligan hátt tykir hann synd í teimum, sum í teirra neyð ynskja at taka ímóti hjálp, men tora ikki av ótta fyri øðrum menniskjum.

Tað er stórt av vita, at Jesus kennir okkara neyð og eymkast yvir okkum. Men hann gerð meira enn tað! Eins og tann miskunnsami samariubúgvin, so reinsar hann sár okkara, bindir um tey og syrgir fyri, at tey verða lekt. Hann førir okkum, so vit kunnu kenna okkum trygg og at vit hava nokk av øllum. Hann tekur burtur okkara neyð!

Hoyrið Harrin hart at rópa:”Hvør vil virka nú í dag?- Stórir akrar, lítil manning – hvør vil skunda sær avstað?” Lat ei hoyrast slíka  talu: “Einki virki fyri meg” meðan mannasálir doyggja, og tín Harri kallar teg. (MS 629, 1 & 6)