Til umhugsunar 2015

31. dec, 2015

Tí hjá tær er lívsins kelda. (Sl. 36, 10)

Hvussu kemur hetta árið at vignast?

Bert Gud veit tað, og á ein hátt er tað rætt. Hóast tað, so vita vit meira um hvat tað nýggja ári hevur at bjóða okkum, enn vit hóast alt vilja ásanna.

Vit vita væl innast inni, at vit hava einki at verja okkum við móti tí ónda í okkum, og, sum er rundan um okkum.

Óivað eru tað mong menniskju, sum flýggja frá hesum veruleika við at avnokta hann. Men ein og hvør, sum boyggir seg fyri hesum sannleika, og tað eru øll tey, sum boyggja seg fyri tí, sum Guds orð sigur um okkum menniskju, og hava tørv á at ásanna, at so er.

Tá má ein ásanna: Skal tað nýggja árið blíva gott, so hevur ein brúk fyri einum nýggjum lívið! Og øll, sum hava fingið eitt nýtt lív mugu ásanna, at tey trongdu til at blíva endurnýggja!

Tá kemur spurningurin: Hvar fái eg hetta lívið? Á hvønn hátt endurnýggjast hetta lívið?

Hjá Jesusi!

Hjá honum er lívsins kelda. Og í honum er lívsins kelda.

Um ári skal eydnast hjá okkum, so veldst tað um okkara støðu yvirfyri Jesusi.

At ásanna, at vit ikki makta, at liva út frá egnum fortreytum, kallast í Guds orði tosti. Myndin er tikin frá oyðumørkini. Tann, ið ikki fær vatn har, hann doyr.

Til tín, ið ásannar hetta, sigur Jesus: “Er nakar tystur, tá komi hann til mín og drekki!”(Jóhs. 7, 37)  

Fylgja vit hesi tilstuðlan, so fáa vit eitt gott ár. Tí í Jesusi er alt tað vit treingja til, syndanna fyrigeving, tað æviga lívið, Heilagan Anda, vælsignilsi yvir stórt og smátt í lívi okkara og alt tað vit treingja til fyri at vera og liva sum ein kristin.

Jesus er keldan!

Latum okkum byrja árið við honum!

 

29. dec, 2015

Og ein rødd kom út úr skýnum og mælti: »Hesin er sonur mín, hin útvaldi, lýðið á hann!« Men tá ið røddin kom, var Jesus einsamallur. (Luk. 9, 35 – 36)

Jesus tók Pætur, Jákup og Jóhannes við sær niðan á eitt høgt fjall. Har fingu teir vitjan av Móses og Elias. Undurfult! Teir vóru jú deyðir fyri fleiri hundrað árum síðan.

Vitjanin hevði stóra ávirkan á teir. Pætur var so eldhugaður, at hann vildi byggja tríggjar smáttur á fjallinum, eina til Jesus, eina til Móses og eina til Elias. Men so blivu Móses og Elias burtur, og Gud talaði til teirra út úr skýnum.

Boðskapurin frá Gudi til teir óttafullu ápostlar, og hansara boðskapur til tín er hin sami í dag. Í Bíbliuni hevur tú møtt Mósesi og Elias og allar hinar í bókanna bók. Millum teir mongu er tað ein, ið hevur eina serstøðu: Jesus, tann útvaldi. Hann er “tann eini millum tey mongu”. Tá allir hinir blíva vek, so stendur hann eftir. Aleinaður.

Vit møta nógvum sermerktum menniskjum í Bíbliuni, men tað er eitt, sum øll hesi menniskju hava til felags, og eisini vit sum liva nú. Tey blíva vek. Ein blívur altíð eftir. Jesus!

Vit byrja árið við “navninum Jesus”, og vit enda ári við Jesus. Hann er hin sami allar dagar. Og øll ár. “Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir.”(Heb. 13, 8)

Jesus er “Guds útvaldi”.  Útvaldur til at vera tín frelsari. So er bert ein týdningarmikil støða at taka, og tað er títt valg.

Millum allar persónarnar hevur tú óivað tín favoritt. Tú skalt ikki velja millum teir mongu. Tú skal velja tann eina. Hann, sum stóð aleinaður eftir, tá allir hinir blíva burtur. Tú skalt velja Jesus! Hann er Guds útvaldi fyri teg.

Við Jesusi kanst tú ikki bert enda eitt ár. Við Jesusi kanst tú trygt enda lívið her í heiminum. Og tá tú so byrjar eitt nýtt ár um stutta tíð, so kanst tú byrja tað við Jesusi. Á sama hátt er tað, tá tú byrjar lívið eftir deyða og grøv. Hevur tú enda lívið her í heiminum við Jesusi, so kanst tú eisini byrja tað æviga lívið saman við honum.

Jesus stendur altíð eftir. Aleinaður. Tí hann er: Tann eini millum tey mongu.

 

29. dec, 2015

Men meðan hann enn var langt burtur, sá faðir hansara hann og tókti stórliga synd í honum; og hann kom rennandi og hálsfevndi hann og kysti hann. (Luk. 15, 20)

Tað má hava veri ein tung løta fyri faðirin tann dagin, tá hansara ynskti sonur kom og bað hann um, at fáa sín part av arvinum. Hann vild reisa heimanífrá og út í tann ókenda heim.

Vit kenna líknilsi. Sonurin oyddi burtur ognirnar í einum ússaligum lívið. At enda vóru allir pengarnir brúktir. Vinirnir fóru frá honum. Hann livdi av tí, ið grísarnir ótu. Tá kom honum til hugs, at hann vildi royna, at fara heim aftur til faðirin. Ikki sum sonur, tí trúði hann ikki var møguligt, men sum tænastufólk har heima.

Sonurin visti ikki, at faðirin gekk heima og longdist eftir honum. Vit kunnu gruna angist hjá soninum, tá hann nærkaðist heiminum. Har stóð faðirin! Sonurin hevði vist bæði fjáltur og var spentur. Vildi hann avvísa hann? Faðirin beyð honum vælkomin á ein hátt, sum hann ikki hevði droymt um. Tað bleiv fest, gleði og gleimur. Tað bleiv ikki nevnt eitt orð um, at sonurin skuldi blíva tænari. Hann bleiv sonur!

Sjálvt um tú fert frá Gudi, so roknar Gud teg áhaldandi at vera barn hansara. Guds faðirkærleiki ávirkast ikki av, hvat vit gera ella ikki gera. Tí er tað ómøguligt fyri Gud, at meta ein son fyri nakað annað enn ein son.

Ein trúboðari gav eina sera rámandi mynd hesum viðvíkjandi. Tað vóru fimm brunnar. Í botninum á hvørjum brunni var ein illa tuskaður og hjálparleyst neyðardýr. Við kantin av brunnunum var ein gudur. Eftir teimum fýra kinesisku átrúnaðum, var tað ein gudur við hvønn brunn, sum vegleiddi neyðardýrini á botninum í brunnunum. Men hóast ráð og hjálp frá teirra gudi, so kundi eingin av teimum fýra koma upp úr brunnunum. Við tann fimta brunnin, har hendi nakað heilt annað. Har fór Gud niður til neyðardýri á botninum, og barð hann upp. Á hendan hátt er okkara Himmalski Faðir.

Vit kunnu vist øll koma burtur frá Gudi av eini ella aðrari orsøk, men ikki frá hansara kærleika. Tað var eingin friður á Faðirinum heima á garðinum. Hann leitaði. Hann sóknaðist og skimaðist. Hann longdist. Hann fór ímóti soninum. Á hendan hátt er Gud. Í Jesusi kemur hann tí burturvilsta í møti, og leiðir hann heim.

26. dec, 2015

Ert tú tilreiðar at doyggja við friði, tí tú hevur sæð Guds frelsu

»Harri, nú letur tú tænara tín fara í friði eftir orði tínum; tí at eygu míni hava sæð frelsu tína, sum tú hevur búgvið til fyri øll fólkasløg, eitt ljós til at lýsa fyri heidnum monnum og eina dýrd fyri Ísrael, fólk títt.« (Luk. 2, 29 – 32)

Tað munnu hava verði mangir nýføðingar í templinum  fyri at blíva bornir fram fyri Gud, sum tað var sigur og brúk tá í tíðini. Men Heilagi Andi hevði sannført Simion um, at júst hetta barni var Messias.

Tað bleiv eitt NÙ fyri Simion. NÙ gongur Guds persónliga lyfti til hansara út. NÙ svara Gud uppá hansara bøn, sum hann við longsli hevði bíða eftir. NÙ fær hann loyvi til persónliga at møta Messias.

Friðurin kann taka búgv í hansara hjarta. Takksemi kann kann merkjast á honum. Gud helt sítt orð! Hann helt sítt persóliga lyfti til Simion, so vil hann eisini øll onnur lyftir. Simion hevur lisið í Skriftini. Frelsan í Jesusi er fyri ØLL menniskju.

Bíblian er sonn, og Gud heldur orð, óansæð hvørjar kenslur vit hava. Men tað er á ein serligan hátt trúarstyrkjandi, tá vit fáa eitt persónligt møti við Jesus sjálv. Tá kunnu vit av álvara merkja gleðina, friðin og takksemi, tá Heilagi Andi sannførir okkum persónligt ella svarar okkara persónligu bønum.

Tað er ikki vist, at kenslurnar vara so leingi, men tær koma ikki, um vit ikki liva  nær Guds orði, dvølja við hann og undrast um hann.

Um vit ikki biðja til Gud, so kann hann heldur ikki svara okkum. Um vit ikki vanta og hyggja eftir svari, so kunnu vit vist mangan ikki varnast svari.

Simions stutti lovsangur er ein lovsangur um eitt langt lív saman við Gudi. Hann skimaðist eftir Guds svari. Tí varnaðist hann, at Jesus var millum øll hini børnin tann dagin.   

25. dec, 2015

Tað var ein kølin nátt í Betlehem. Fólk skundaðu sær úr tí ráu og køldu luftini inn har tað var heitt og fjálgt at vera á gistingarhúsinum. Teirra asni og kamelar vóru inni i fjósum og hoyggjhúsum, og hurðarnar vóru latnar aftur, so har lógu djórini trygt fyri náttina, og fólkini vóru nú saman við familjum og kenningum, sum tey kanska ikki høvdu sæð í áravís.

Familju og kenningar bond blivu endurnýggja saman við skálum av heitari suppu og einum bikari av víni. Fólk brutu breyði saman og greiddu frá um teirra longu reisu heimanífrá.

Alt í einum nú bankar á dyrnar á gistingarhúsinum, og ein maður í nevndist Jósef stóð uttanfyri við kappanum upp um høvdi. Tað var seint og tað var kalt, og hann og kona hansara, sum var við barn, høvdu brúk fyri einum stað til at hvíla seg og sova eina løtu. Men eigarin av gistingarhúsinum kundi næstan ikki hoyra hvat Jósef segði, tí tað var eitt dun av røddum aftanfyri hann, men tað eydnaðist honum, at greiða honum frá, at har var einki rúm til teirra. Ber ein tómur básur ella tveir í fjósinum.

Við einum harman smekkaði hann hurðina aftur fyri nøsina á gestunum. Uttanfyri stóð Jósef so, og lurtaði eftir látrinum innanfyri. Hann suffaði djúpt, og leiddi so Mariu yvir til fjósdyrnar. Men tónleikurin og og veitslan hildu áfram í tí heitu stovuni á gistingarhúsinum, tá Guds sonur í kvirru kom inn í hendan heim fáa metrar har frá.

Av og á er tað ikki undir tí stóru jólafestini, men í tí svalligu, friðfullu kvirru,  ein upplivir tær størstu løturnar um jólini. Mitt í øllum tí algoystu stákan sóknast og finnur Gud tað stilla hjarta.

Tað er ein stórur munur á tí stilla fjósinum og tí stákan á gistingarhúsinum! Um ein ella annar hevði tikið sær tíð til, at hyggja út av vindeyganum, og út móti garðinum ella var farin frá veitsluni fyri at hyggja til djórini – hugsa tær til hvat hann hevði sæð, og veri vitni til! Kanska hevði hann haft sæð einglarnar, seyðamenninar og – ja Guds Son sjálva.

Kom inn í mítt hjarta, Harri Jesus, tað er pláss fyri tær har.