5. jan, 2015

Almáttur

Tí at hjá Guði man ikki nøkur søk vera ógjørlig. (Luk. 1, 37)

Vit megna ikki nógv. Gud megnar alt! Tí hjá Gudi er einki ómøguligt.

Tað er ein góð heilsan til menniskjuni, sum hava sæð sítt egna máttloysi og avmarkingar. Og sum eru blivin sannførd um, at tað er mangt og hvat, sum vit standa fullkomiliga hjálparleys yvirfyri. Tá vit viðganga, at vit ikki megna nógv, og einki hava og einki kunna, og samstundis ynskja at vera mál fyri Guds hjálp, so kemur hann okkum til hjálpar í lívið okkara. Og so skulu vit uppliva, at Gud ikki bert ert mætur til at hjálpa okkum við tí vit havast at. Vit skulu koma at sannað, at hann kann gera nógv meira!

Gud kann, eins og Bíblian sigur, “gera langt útyvir tað, sum við biðja um ella fata.” Undurfullur veruleiki! Hansara makt strekkir langt út um okkara vit og skil, ja útum øll mørk, ja heilt inn í tann æviga heimin. Bert okkara vantrúgv kann seta mørk fyri hansara makt.

Tær nýtist ikki at mangla nakað. Gud er tann ríkið, kærleiksfulli  og almáttugi Faðir. Hann vil geva tær alt, sum tú treingir til, bæði tímiliga og andaliga! “Men Guð er mentur at lata alla náði verða tykkum ríkliga fyri, so at tit í øllum lutum altíð kunnu hava alt tað, ið tykkum tørvast, og hava almikið til alt gott verk.” (2. Kor. 9, 8) Kom til Gud við tínum tómu hondum. Hann vil fylla tær. Treingir tú til náði, so ber tín tørv til Gud, og hann vil geva tær sína náði í ríkiligan mun. Stendur tú yvirfyri einum hvørjum, sum tú ikki megnar sjálvur, so minst til, at yvirfyri Gudi er  einki ómøguligt.

Í samband við hugsanina um menniskjanna frelsu spurdu lærusveinarnir skelkaðir: “Hvør kann tá blíva frelstur?” Til tað svaraði Jesus: “Hjá monnum er hetta ógjørligt, men hjá Guði er alt gjørligt.” (Matt. 19, 25 – 26) Lat okkum ikki seta mørk fyri Gud, við at taka sakina í egnar hendur. Vit kunnu ikki hóast alt  megna tað. Lat Gud koma fram at!