6. jan, 2015

Krossins friður

Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað undur, ráðgevi, veldigur Guð, ævinnar faðir, friðarhøvdingi. Stórt skal høvdingadømið verða, og friðurin skal ongan enda taka á hásæti Dávids og í kongsríki hans til tess at reisa tað og menna tað við rætti og rættvísi hiðan ífrá og um allar ævir. (Jes. 9, 6 – 7)

Tann friður, sum vit sjálvi skapa, er óstøðugur og liggur mangan stutt á. Ófriður er helst tað, sum setur dám á heimin meira enn nakað annað nú á døgum. Hví er tað soleiðis? Og finst tað yvirhøvur nakar møguleiki fyri at uppnáa ein varandi frið? Á hvørjum grundarlag skal ein slíkur friður kunna skapast?

Tað var Jesus, sum profeturin Jesaja  talaði um her. Jesus var barni, sum skuldi føðast. Hann skuldi verða Friðarhøvdingi og friður skuldi verða uttan íhald.

Á hvønn hátt kann Jesus skapa frið, sum tað ikki er eydnast nøkrum øðrum undan, ella aftaná hann? Tann friður, sum Jesus gevur, er annarleiðis: “mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur.” (Jóhs. 14, 27) Vit kunnu ikki skapa varandi frið, tí vit eru bundin av syndini og óndskapinum. Men tá Gud sendi Friðarhøvdingan til jarðar, tá gjørdi hann alt sátt við seg, “við tað at hann íbirti frið við blóðinum á krossi hansara. (Kol. 1, 20) Jesus tók um tað ónda við rótini.

Syndin gjørdi okkum til Guds fíggindar. Samstundis blivu okkara viðurskiftir við onnur oyðiløgd. Systkin skeldast. Hjúnafelagar blíva skild. Grannar stríðast. Menniskju sláast móti hvørjum øðrum. Vit síggja tað til allar tíðir og á øllum støðum. Tað hevur ikki gingið framá í takt við, hvussu alt annars hevur ment seg. Heldur tvørturímóti.

Bert Friðarhøvdingin kann skapa ein varandi frið, tí hann tók maktina frá djevlinum. Hansara friður er tann einasti, sum heldur og varar við. Í Jesusi hevur tú frið við Gud. Tað er sjálvur loyndardómurin. Bert hann kann opna vegin fyri teg til tann æviga friðin. So er “hesin heimsins høvdingi” til endans grýttur út. Tað er Friðarhøvdingin, ið hevur alla maktina.

Vit hava  merki hjá Friðarhøvdinganum í okkara flaggi. Krossurin kann til allar tíðir minna okkum á, at bert hann kann skapa tann fullkomna friðin. Ein ævigan frið. Uttan hann mugu vit stríðast móti tí ónda i egnari megi, og so vilt tú tapa.