10. jan, 2015

Elskaður

Av tí at tú ert mær dýrmætur, mikilsverdur og kærur... (Jes. 43, 4)

Tú spyrt vist mangan bevíst ella uttan at vita tað teg sjálvan, og onnur við, um hvat menniskju halda um teg. Tað fyllir kanska mangan nógv, ja, kanska alt for nógv í lívi tínum, hvussu menniskju døma um teg og virða teg. Tað er ósømiligt at blíva trælur av dóminum hjá menniskjum, hvat tað so enn verur, náði ella dómur.

Men eitt átti at verði avgerandi,  júst tað: Hvat heldur Harrin um teg? Á hendan hátt ljóða orðini:

“Tú ert mær dýrmætur fyri honum.”

“Tú er mikilsverdur.”

“Tú er kærur” (ella elskaður)

Hann vanvirðir teg ikki. Hann sigur ikki at tú ert lítilsverdur. Tú ert ikki virðisleysur, so at hann slett ikki brýggjar seg um teg.

Alt annað, tú er dýrmætur fyri honum.

Hvørja virðismetan hevur tú so av honum? Kanst tú so brúka tey somu orð um hann, sum hann brúkar um teg? Er hann dýrmætur fyri teg – hevur hann virði fyri teg – og elskar tú hann?

Lat hansara kærleika hita teg í dag. Tað er ein kraft at vita, at man er elskaður. Tá tú, hóast alt í tínum veikleika, enn hevur so nógv virði fyri Gudi, so kanst tú við miklari uggan lyfta høvdi høgt og møta lívinum óræddur.