11. jan, 2015

Gleðin í bønini

Og Harrin vendi lagnu Jobs, tá ið hann hevði biðið fyri vinum sínum. Og alt, sum hann hevði átt, gav Harrin honum tvífalt aftur. (Job. 42, 10)

Mong kristin liva eins og í einum trongum rúmi, tí tey í teirra bønar lívið hava bert pláss fyri teimum sjálvum og teirra, og so líti fyri øðrum. 

Men Gud vil fáa ein enda á teirra ólukku, líka so skjótt tey byrja at biðja fyri teirra vinum.

Vinir kunnu mangan skaða ein almikið. Vinirnir hjá Job, sum áttu at veri hansara uggan, vóru í veruleikanum hansara marra. Man kann vist mangan pínast meira av vinum sínum, enn av sínum mótstandarum, men tað var hóast alt bjarging fyri Job, at hann bað fyri vinum sínum. Tá bleiv hansara egna lagna vend.

Forbønar tænastan er eitt ríkidømi. Tað er frælsi og gleði! Vilt tú verða eitt menniskja, sum er glað og rík í bønini, so tak tað avgerð, at tú vilt biðja fyri mongum.

“Sum hann hevði átt, gav Harrin honum tvífalt aftur.”

Títt egna ríkidømi vil blíva tvífalda, tann dag tú lærir at liva fyri onnur.