9. feb, 2015

Vøkstur

So er tá hvørki tann nakað, sum setir niður, ella tann, sum vætir, men Guð, sum gevur vøkst. (1. Kor. 3, 7)

Gud hevur kalla okkum til, at fara út í heimin, at boða Evangeliið. Tað umfatar bæði heima og í øðrum londum. Og tað eru nógvar uppgávur at taka hond um bæði í okkara heimi, barnaarbeiði og ungdómsarbeiði og ymiskt annað. 

Tú, ið lesur hesar linjur, er kanska eisini við í hesum arbeiði, men tú ert við at blíva troyttur. Tú heldur ikki, at tað hendir nakað í mun til tað, tey kristnu áður fingu loyvi til at vera við til, tá orði um Jesus bleiv boða. Tú hugsar kanska mangan um at gevast, tí tú heldur, at tað hóast alt nyttar einki.

Men hetta eigur tú ikki at grunda á, tí úrsliti kanst tú trygt yvirgeva til Gud. Tað, sum vit skulu leggja okkum á hjarta er, at planta ella við øðrum orðum sagt “at boða Guds orð” og væta. Vøksturin skal Gud nokk syrgja fyri. Ja, vit eru fullkomiliga bundin av honum.

Tað er gott at gera góðar og innbjóðandi møtiskráir. Tað er eisini gott, at vit broyta møtisnið, men vit eiga ikki at gloyma, at tað er ikki tað, ið umræður. Tað, ið alt umræður er, at tað er Gud, ið gevur ávøkst. Hava vit ikki Gud við, so er alt til einkis, spill av arbeiði.

Vandin við, at arbeiða í egnari megi er størri fyri okkum í dag, sum hava eina longri útbúgving og nógv fleiri hjálpartól, sum eru til brúks, enn tað var áður. Lat okkum tí biðja um, at vit ikki seta okkara álit á tey amboð ella okkum sjálv, men til Gud, ið gevur vøkstur.