13. feb, 2015

Gud leitar eftir tí burturfarna

Men allir tollarar og syndarar hildu seg nær at honum fyri at lýða á hann.” (Luk. 15, 1) Við hesum orðum gekk ta út sum skriva er hjá Ez. 34, 16: Hinum farna vil eg leita eftir og fáa tað burturvilsta aftur á leið, binda um hitt løstaða og magna hini veiku; eisini hinum feita og sterka skal eg goyma at; eg vil røkta teir rættvísiliga.”

 

Men fariseararnir og teir skriftlærdu, fólksins andaligu leiðarar, teir grenjaðu. Teir vóru so blindir, at teir trúðu, at Gud bert brýggjaði seg um góð menniskjum. Teir hildu, at ta var óvirðiligt at tosa við hesar vanvirðiligu syndarar og sóu ikki, at teir sjálvir vóru syndarar og høvdu brúk fyri frelsu.

 

Harrans orð komu á hendan hátt til Ezekiel:“Mansbarn, profetera móti hirðum Ísraels og sig við teir: So sigur Harrin, drottin: Vei hirðum Ísraels, ið røkta seg sjálvar! Er tað ikki seyðirnar, ið hirðarnir eiga at røkta?  Mjólkina drukku tit og klæddu tykkum av ullini og slátraðu hini gøddu dýrini, men røktaðu ikki seyðin.   Tit magnaðu ikki hini veiku og grøddu ikki tey sjúku; tað løstaða bundu tit ikki um, tað burturvilsta fingu tit ikki aftur á leið, og tí farna leitaðu tit ikki eftir; tit valdaðu teimum við harðskapi og grimd.” (Ez. 34, 2 - 4)

 

Til hesa fjøld av sjálvglaðum hirðum, greiddi Jesus  frá um hirðan, sum misti ein seyð út av hundrað. Og um ta stóru gleði, tá tað var funnið aftur. Kjarnan í hesum var: “Soleiðis skal verða meiri gleði í himni um ein syndara, sum vendir um, enn um níggju og níti rættvís, sum ikki hava umvending fyri neyðini.”(Luk. 15, 7)

 

Tað Jesus greiddi hesum vánaligu, andaligu leiðarum var, at í Himlinum gleðast Guds einglar seg, tá ein syndari og tollari taka ímóti Guds frelsu. Vit mugu takka Gudi okkara Faðir, at Hann ikki vanvirðir tey smáu og djúpt falnu. Og tað er frelsa og náði fyri øll, ið vilja taka ímóti Honum.