18. feb, 2015

Gremjan

Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk. (Fil. 4, 6)

Hesi vóru orðini Harrin vild, at eg skuldi geva tær í dag. Óivað tí tú trongdi til tey.

Gremjan er ikki ókent fyri nakað menniskja. Tað kann leggja seg eins og eina byrðu fyri bringuna, og tað kennist eins og man ikki fær drigið andan.

Men hvat tað er fyri navn, ið ein setur fyri sina gremjan, so finst tað hjálp fyri henni.

Vit lósu tað: “í øllum lutum”, og ikki bert í nøkrum førum.

Og tað, ið bjargar, er. “Bøn”

Birg teg ikki inni við tíni gremjan. Tað er eins og at sova í einum roykfyltum kamari. Lat hurðina upp. Bønin eru eins og einar opnar dyr inn í Guds himmal. Og so má øll gremjan flýggja.

Og so stendur tað: “Takka!” harvið ert tú hjálptur við tína gremjan. Tað er til eina og hvørja tíð nakað at siga takk fyri. Finn tað! Og alt meðan tú takkar fyri tað, tú longu hevur fingið, so vil Gud geva tær tað tú ikki hevur. Og tú ert fríur fyri tíni gremjan.

Royn tað!