5. mar, 2015

Roynsla

Elskaðu tit! Undrist ikki á tann eldin, sum er komin millum tykkara til roynslu tykkara, sum at tykkum hendi nakað undarligt…(1.Pæt. 4, 12)

Blíva vit ikki roynd, so eiga vit í ræðslu at spyrja okkum sjálv um vit koma so lítið saman um Guds ríkis søk, at Gud heldur okkum so lítið verd, at tað nýtist ikki roynslur. ”Og allir, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøktir.” (2. Tim. 3, 12)  Pætur skrivar: ”…tit hava lut í líðingum Krists, fyri at tit eisini kunnu gleðast og fegnast við hansara dýrdar opinbering…” (2.Tim. 4, 13)  Og hann skrivar í v/4, ”…og tess vegna undrast teir á, at tit ikki leypa við teimum út í hitt sama skammloysi díkið, og teir spotta.” Vit vita av royndum, at tann, ið ikki vil vera við til verðsins larm fær at hoyra fyri tað. At vera happaður kann verða tungt mangan, og ein kann eisini bukka undir av teimum líðingum, sum happing nú eina fer er. Tað kann kosta nógv fyri tann í hugsar øðrvísi enn fleirtalið. Mong, ið liva sítt lív í stillisliga, føla kanska ikki, at tað kostar nakað at vera ein kristin. Men øll, ið standa á Bíbliunar grundvølli, og vilja liva eftir henni tolir verðin ikki. Og tey koma at fáa mótgangin at føla.

Verðin drap Jesus, tí ljósi frá honum var for bjart, og teirra egna samvitska fekk tað ringt. Hvat var tá lættast, at drepa Jesus, ella at broyta teirra lív? Tey valdu at drepa Jesus! Jesus segði, at eins og verðin hevði staði honum ímóti á sama hátt vildi tað ganga hansara eftiryrkjarum. Mugu vit tá fáa mót til at vera við, har Jesu-navni lýsir og vil verða æra og elska, hvat tað so enn kostar. Tess nærri vit fylgja Jesus, tess meira háðan og spottan. Men uttan krossin, eingin krúna.