16. mar, 2015

Fullkomin frelsa

Tí kann hann eisini fullkomiliga frelsa tey, sum við honum koma til Guðs. (Heb. 7, 25)

Fullkomin frelsa! Tað ljóðar sterkt, so at vit hugsa, at kanska hetta er ein dreymur. Og tó er hetta bæði bíbilskt og rætt.

Og tí vil mín trúgv boyggja seg, og taka um tað. Hvat so enn kann sigast um meg og alt tað, ið mær manglar, so eri eg tí fullkomiliga frelstur!

Loynidómurin er í hesum, eg eri komin til Guds við honum! Eg havi einki at hava við mær, og einki at krevja, men so nógv at skammast yvir. Men eg komi “við honum”! men eg komi í kraft av tí, sum mítt umboðsfólk hevur gjørt, sletta á meg við hansara blóði, latin í  hansara rættvísis búna, um gyrdur av hansara heilagleika. Saman við honum standi eg fullkomiliga reinur og heilagur, sjálvt yvirfyri Guds alt síggjandi eygu.

Eigur mín sál ikki at jubla! Eg eri jú fullkomiliga frelstur. Eg sum ikki tordi at biðja um nakrar dropar av vatni, og nú havi eg fingið eitt náðar hav. Eg eins og røvarin á krossinum í angist bað hann um ein tanka, eg fái alt Himmalsins Paradís. Eg havi fullkomna fyrigeving, fullkomiliga reinur og heilagur og fullkomiliga frelstur. Í Kristusi.