25. mar, 2015

Ein ferðandi

Men nú vildi so til, at ein prestur kom ferðandi sama vegin; hann sá hann, men gekk fram um hann. (Luk. 10, 31)

“Vanæruligt”, vildu vit sagt, tá vit lesa hetta. Ein prestur! Man vildi vanta nakað annað.

Tað kemur tó alt for ofta fyri, ikki bert ein prestur, men ein og hvør kristin.

Tað kom ein kristin, og hann gekk framvið. Vit møta mangan á okkara vegi, tey, sum eru illa viðfarin av røvarum, menniskju, sum treingja til okkara hjálp. Vit skunda okkum kanska mangan so nógv, at vit ikki, hóast alt, ikki síggja tey. Mangan síggja vit tey, men ganga ísakøld víðari.

Vit kunnu mangan gera okkum eina umbering, men mangan er hon einkisigandi. Grundin er eyðsæð, vit mangla kærleika.

Í dag skalt tú ganga eitt nýtt stykki av tínum lívs landavegi. Ert tú fúsur til, at hyggja rundan um teg? Og at støðga á, og hjálpa? Tú kanst vera vísur í, at tú vilt møta einum í dag. Skal tað so eita: “Tað kom ein kristin, og hann gekk framvið.”