30. mar, 2015

Ávara har tú kann

Og eg havi givið henni frest, at hon kundi venda um, og hon vil ikki venda um frá hordómi sínum. (Op. 2, 21)

Paulus talar til teir elstu í Efesus: “Hvussu eg ikki havi borið meg undan at boða tykkum nakað av tí, sum kundi vera tykkum at gagni, og at læra tykkum bæði opinberliga og heima við hús.” (Aps. 20, 20)  Ein skurðlækni bjargar lívi tínum, við at skera tað burtur, ið hóttir teg á ein ella annan hátt, og tað er tað sama Gud orð gerð fyri okkum.

Ein av ávaringunum, sum Kristus hevði til samkomuna í Týatíru ljóðaði soleiðis: “Og eg havi givið henni frest, at hon kundi venda um, og hon vil ikki venda um frá hordómi sínum. Sí, eg kasti hana á sjúkralegu, og teir, sum horast við henni, í stóra trongd, um teir ikki venda við frá gerningum sínum.” (Op. 2, 21 – 22)

Um so er, at tú ert við at fara út av eggini, so vilja tey, ið veruliga elska teg royna at steðga tær í tíni ætlan. Og tað er eingin, sum elskar teg so høgt sum Harrin! Men tú kanst ikki áhaldandi latast sum um, at tú ikki hoyrir ávaringarnar. Faðirin at tí burturvilsta soninum bjóðaði honum  vælkomin heim, sjálvt um arvurin var oyddur burtur. Hvønn dag í lívi tínum leggur tú ein stein afturat tínum lívsverki. Hvat byggir tú á? Ein dag vilt tú standa frammanfyri Kristusi, sum er tín dómari. Tað skrivar Paulus um á hendan hátt:  Um verkið hjá einumhvørjum, sum hann bygdi omaná, verður standandi, tá skal hann fáa løn.  Um verkið hjá einumhvørjum brennur upp, tá skal hann missa hana; men sjálvur skal hann verða frelstur, men tó sum úr eldi. (1. Kor. 3, 15)

Kanska halda vinir tínir, at títt ólýdni ikki er nakað serstakt, men Gud, sum kennir heildina av tínum hóttandi tapi, vil heita á teg fyri at fáa teg at gáa eftir og at mæla til at venda um, meðan tú enn hevur møguleika til tað. Í dag talar hann um eitt ávíst evni, so lurta eftir honum! Akta Hann!