1. apr, 2015

Við kongsins borð

Og Mefibósjet át við borð Dávids, eins og var hann ein av sonum hansara. Og Mefibósjet búði í Jerúsalem; tí at hann át javnt og samt við borð kongs; og hann var lamin í báðum fótum. (2. Sám. 9, 11, 13)

Hetta er ikki bert søgan hjá Mefibósjet. Í andaligum høpi eru tað mong, sum hava uppliva tað sama.

Tað verur hildið at vera ein ólukka, at vera lamin. Og tað bleiv til  lukku fyri Mefibósjet, tí hann bleiv eins og ein kongasonur, og át altíð við kongsins borð.

Tín veikleiki kann blíva tín lukka fyri teg. Uttan tín veikleika, so vildi tú óivað gingið tínar egnu leiðir langt burtur frá kongsins borg. Nú metur hann teg at vera ein av sínum egnu synum, og letur teg til eina og hvørja tíð eta við sítt borð.

Hvat er ikki okkara stóri kongur náðigur: “Og hesir sveinarnir fóru út á vegirnar og savnaðu saman øll, teir hittu, bæði ónd og góð, og gildisskálin varð fullur av gestum.” (Matt, 22, 10)

Á hendan hátt er kongurin? Tað er eisini pláss fyri tær við kongsins borð. Í dag og altíð!