2. apr, 2015

Umgyrdur

Tí at Harrin gongur fyri tykkum á odda, og aftastur í flokki tykkara gongur Ísraels Guð. (Jes. 52, 12)

Guds fólk eru á ferð gjøgnum land fíggindans. Tað eru nógvir vandar á vegnum, og ein kann bæði verða álopin frammanífrá og aftanífrá.

Og tó ganga tey í tryggleika. Tí Harrin sjálvur gongur undan, og Ísraels Gud sjálvur gongur aftaná. Tá tann almáttugi sjálvur heldur vakt yvir teimum, so kann eingin fíggindi náa tey.

Tú ert við í somu gonguferð. Og tú gongur eitt strekki í dag. Og gloym ikki, at tú ert í landi fíggindans. Tað eru nógvir vandar frammanfyri tær, og tann óndi fíggindaherur, er til eina og hvørja tíð tilreiðar at loypa á aftanífrá. Men tú kanst hóast alt ganga tryggur, tí Harrin gongur undan tær. Hann er hin fyrsti í møtir øllum fíggindunum og vinnur á teimum. Og Ísraels Gud gongur aftan á tær, so at einki, ið liggur aftanfyri teg skal kunna náa teg. Um bert tú heldur teg tætt inn til tín Harra.

Sanniliga kanst tú kenna teg tryggan millum slíkar vaktir. Tú gongur umgyrdur av Gudi.