4. apr, 2015

Í tínar hendur

»Faðir, í tínar hendur gevi eg anda mín!«  (Luk 23,46)

Í einum av sínum sálmum sigur Dávis soleiðis: ”Tær í hond gevi eg anda mín. Tú vilt mær bjarga, Harri, tú trúfasti Guð.” (Sl 31,6) Okkara Frelsari kendi skriftina út og inn, hann mælti hesi orð av Dávidi sum síni seinastu orð, áður enn hann doyði á krossinum. Er tað ikki undirfult, tá lívið rennir út, at vita, at Jesus hevur gingið vegin undan okkum og brotið deyðans makt. Hann, sum er uppreisnin og lívið, hevur vunni á deyðanum, sum gjøgnum ártúsindi hevur hildi mong í angist og ræðslu. Men vit, sum trúgva á tann upprisna Frelsaran, vit eiga ikki at ræðast: ”Deyði, hvar er broddur tín?” (1 Kor 15,55)

Ein gamal trúðboðari bað síni seinastu ár av lívi sínum, at hann við deyðanum mátti æra Frelsaran, sum hann hevði verði tænari hjá. Og tað eru mong, sum hava vitna um kristin, sum liggja til teirra síðsta og sum eru blivin til vónríkar vitnisburðar, at Gud hevur sent sítt náðiljós, so tann doyggjandi við einum smíli hava rætt út eftir – hugsa vit – Guds einglum, ella Jesusi sjálvum.

Deyðin kann verða okkara óbodni gestur, tí er tað umráðandi, at vit altíð eru ferðabúgvin og dag fyri dag geva anda okkara í Guds hond.