13. apr, 2015

Hin sami er í dag

Í fjøruti ár hevur Harrin, Guð tín, nú verið við tær, og tær hevur einki skortað. (5. Mós. 2, 7)

Í hvussu mong ár hevur Harrin veri við tær?

Er títt lív saman við Harranum kanska ikki byrja? So manglar tú alt. Fyrst tá man tendrar ljósi, tá sær man hvussu myrkt tað var, áðrenn man tendraði. Fyrst tá man kemur til, at uppliva ríkidømi í Gudi, tá sannar man, hvussu fátækt lívi var, ið man livdi áður.

Tí tann, sum livir saman við honum, hann sigur eins og Ísrael: Í so mong ár hevur Harrin, Guð tín, nú verið við tær, og tær hevur einki skortað.

Men manglaði Ísrael ikki bæði vatn og mat? Tey vóru mangan í dýrastu neyð. Jú, Gud royndi Ísrael. Tí tað gerð hann av og á, við børn síni. Soleiðis uppalir hann tey í kærleika. Men hann fríar tey altíð frá neyðini, og gevur teimum í yvirflóð, og tað tey treingja til lívsins uppihald. Ísraels fólk gingu í fjøruti á í oyðimørkini, og Gud var við teimum hvønn einasta dag, og tey manglaðu einki. Gud livir, og hann hin sami er í dag!

Íblástur frá møti á Sandi sunnudagin 12.04.2015