14. apr, 2015

Miskunn

Á, Harri! Var tað ikki hetta, eg hugsaði... (Jónas 4, 2)

 

Jónas er profeturin, ið sigur, at hann veit, at Gud er náðigur og miskunnsamur Gud, og er tolin og ríkur í várkunn, og at hann angrar tað ónda! Men sjálvt um hann hevur hesa vitan, so ilskast hann, tá Gud vísir sína miskunn móti tí angrandi og umvenda fólki í Ninive.

 

Er lyndi ikki løgi? Á ein hátt jú, men á ein annan hátt nei. Tí Jónar er líkur einum og hvørjum øðrum menniskja, við øllum sínum hugsanum um hevnd. Nú hevði hann boða, at um fjøruti dagar skal Ninive falla. Tað var álvarsamt. Og so upplivdi hann, at Gud knappliga hálsar um, og tekur dómin aftur. Tað er Jónas ikki mentur at slúka. Hvat var hansara boðskapur til, tá Gud ikki sendi ólukkuna yvir býin?

 

Men tað var eisini nakað annað við lyndinum hjá Jónasi, sum vísti seg her, og við tann mátan hann sær tingini uppá, tá Gud leggur uppí. Trúgva vit uppá, at tað, vit boða, skal hava ein ávirkan, so at menniskju venda um? Tann trúgv var langt ífrá fyri Jónas, tí gert hann so illur yvir Guds miskunn.

 

Jónas er profeturin, sum við síni boðan, so at siga stendur heilt við síðuna av Evangeliinum. Tað sama kann henda okkum. Tá er tað so at siga líkamikið, hvat vit boða.

 

Vit liva hvør í sær tætt við menniskju, sum ikki trúgva á Gud. Hvussu kemur okkara granni at fáa fatan av Guds ríkið, tá tey hoyra og síggja okkum? Vit vita eins og Jónas, at Gud er ivrigur eftir at frelsa menniskju. Men koma tey ikki at hoyra annað enn eitt Jónas evangeliið frá okkum, so koma tey at hava trupulleikar við, at síggja, at Guds ríkið er nakað fyri tey. Tað skulu vit vera greið yvir.

 

Hvat er tað fyri ein hugburður Jónas hevur? Tað er tað persónliga gudslívið, sum ikki er heilt, sum tað skal verða. Vit liva uttanfyri náðina. Náðin er ikki annað enn ein tóm søk fyri okkum.

 

Men Gud hyggur við øðrum eygum uppá ófrelst. Tí talar Harrin seinri í kapitlunum um, at taka synd í teimum. Tað lyndi kemur av, at vit sjálv fáa eyguni upp fyri, at vit hava brúk  fyri einum frelsara.