3. maj, 2015

Tá alt er vónleyst

»Tit gera meg jú barnleysan! Jósef er farin, Símeon er farin, og nú ætla tit at taka Benjamin! Alt kemur oman yvir meg!« (1. Mós. 42, 36)

Orðini eru frá ættarfaðirinum Jákupi. Hann heldur at sonur hansara er blivin dripin fyri mongum árum síðani. Ein annar sonur, Símeon, er hildin aftur sum fangi í Egyptalandi, og nú vilja brøðurnir hava hansara ynskta son, Benjamin, við á eina reisu til Egyptaland. Tað er meira enn Jákup kann klára. Hann heldur, at hann hevur hildið út í alt ov nógvum í alt ov langa tíð. Alt kemur oman yvir meg. Nú má steðgur koma í meinar hann.

Kanska er hetta júst tín støða í dag. Tað kunnu vera fleiri orsøkir til tað, at nakað blívur tikið frá okkum. Tað kann vera við ella uttan okkara egnu skuld. Tað kunnu vera vinir, sum vit ikki heilt líta á. Kanska eru tað børn, sum ikki eru so hampilig, sum vit annars vildu hava tey at vera. Tað kunnu eisini vera lutir í dagligdegnum, sum ikki virka so sum vit vilja tað. Tað kann í heila taki vera so mangt. Men vit kenna á okkum, so sum um alt kemur niður yvir okkum.

Tú ert ætlandi ein kristin, ella vilt gjarna verða tað, men tú upplivir, at júst tey ella tað, tú hevði sett títt álit á, blivu tikin frá tær. Tað var eitt menniskja lív og atferð, tú hevði bygt títt kristin lív  á, men so bleivst tú svikin av tí menniskja, og harvið brast grundarlagi fyri tíni trúgv. Og nú situr tú eftir við pínuni.

Men lurta nú eftir! Tað er eisini ein annar, sum sær tína støðu. Hann veit eisini, at tú hevur trupulleikar. Tað er tín Gud og skapari. Munurin á hansara og tínum hátti at síggja uppá støðuna, sum tú ert í er, at hann sær hana við hugsan um tað, tú hevur frammanfyri tær, og ikki bert um, hvussu tú hevur tað í dag, og tað tú misti í gjár. Av kærleikans neyðsyn mátti hann lata tínar hjartans vónir syndrast vek, so tú komst í tað støðu, har tín egna meting av lívs dygd bleiv tikin frá tær.

Bygg tí ikki títt trúarlív á, hvat menniskju gera ella ikki gera, men á Jesus og hansara fullgjørda verk fyri teg! “Bert Jesus!”