3. jul, 2015

Mørk

Flyt ikki avgomul markaskjal, sum fedrar tínir hava sett. (Orð. 22, 28)

 

Tað er vandamikið at flyta mørk, sjálvt um tað hendir í loyndum. Tað vil altíð hava ófrið við sær og til seinast fella tann, sum gerð tað.

 

Tað er enn vandamiklari í anda heiminum, tí tá ræður um størri virðir, og tí blíva fylgjurnar støðugar og óhugnaligar.

 

Tað er eitt mark millum gott og ónt, rætt og órætt, sannur og ósannur, gudsóttandi og holdsligt, Guds ríkið og heimsins ríkið, ljós og myrkur.

 

Man kann av og á koma at ivast um, hvar marki gongur. Men spyr so, hvar teir gomlu settu markið, og tú vilt fáa eitt greitt svar. Og Harrin vil siga við teg: “Flyt ikki avgomul markaskjal, sum fedrar tínir hava sett.”

 

Um tú livir innanfyri mørkini hjá forfedrum tínum, so livir tú trygt. Verð varin, so at tú ikki, kanska óbevíst, kemur yvirum á hina síðuna av markinum. Tí so vilt tú ein dag við ræðslu sanna, at tú stendur uttanfyri Guds ríki.