7. jul, 2015

Uggan

Men Gud, sum troystar tey, ið niðurboygd eru, troystaði okkum (2. Kor. 7, 6)

 

Niðurboygda sál. Harrin møtir tær í dag við síni ríku uggan. Hann ákærir teg ikki, um tú er niðurboygd. Hann fatar tína støðu. Hann hevur sjálvur verði menniskja og veit gott, at menniskjalívið ikki altíð er ein dansur á rósum. Jesus vist óivað, hvat tað var at vera niðurboygdur.

 

Og nú kemur hann til tín. Hann kemur við forstáilsi, samkenslu og kærleika. Er tað yvir tína synd tú ert  niðurboygdur, ja, kanska enntá yvir eitt ávíst fall, so vil hann teska tær í oyra, at tað alt samalt er fyrigivið. Er tað nakað, sum tyngir teg, ella aðrir trupulleikar, sum plága teg, so vil hann minna teg á eitt einasta orð. “Faðir!” tá hin almáttugi er Faðir tín, hvat hevur tú so at óttast? Eisini lív títt, títt likam, tín heilsa, tín framtíð, tíni nærmastu og alt tað, sum kemur tær við, er í hansara hondum. Er tað ikki ein stór uggan, ja ein fullkomin uggan.

 

Ja, sjálvt um tú ikki veitst nakra ávísa grund fyri, at tú ert niðurboygdur, so kemur tín frelsari til tín í dag, við síni uggan. Tú ert elskað (ur). Er tað ikki uggan nokk?