16. aug, 2015

Trúarinnar sannleiki

...tí at eg veit, á hvønn eg havi sett trúgv mína, og eg eri vísur í, at hann er mentur at varðveita tað, sum mær er litið til, til hin dagin. (2. Tim. 1, 15)

 

Um tú er frelstur frá syndini, so ert tú frelstur gjøgnum persónliga trúgv á Evangeliið um Kristus, so sum tað er borði fram í Skriftini. Sjálv um tað ljóðar bæði trúfrøðiliga og snævurt, so er tað í roynd og veru ongin annar vegur. Bíblian sigur: “Men eg kunngeri tykkum, brøður, tann gleðiboðskapin, sum eg boðaði tykkum, sum tit eisini tóku við, sum tit eisini standa fastir í, sum tit eisini verða frelstir við, um tit halda fast við orðið, sum eg boðaði tykkum gleðiboðskapin við, – uttan so skuldi verið, at tit hava trúð til einkis. Tí at eg læt tykkum fáa at vita fyrst og fremst, tað sum eg eisini havi tikið við, at Kristus doyði fyri syndir okkara samsvarandi við skriftirnar.” (1. Kor. 15, 1 – 3)

 

Bíblian sigur, at vit eru frelst, tá vit í trúgv byggja á hesa sannroynd. Verk Kristusar er ein sannroynd. Hansara krossur er ein sannroynd. Hansara grøv er ein sannroynd. Hansara uppreisn er ein sannroynd.

 

Tað er ómøguligt at trúgva uppá nakað, so at tað blívur veruleiki. Evangelii bleiv ikki til grunda á, at menniskju trúðu tí. Likam Kristusar bleiv ikki burtur úr grøvuni fyrra páskadag, tí at nøkur trúgv menniskju trúðu tí. Sannleikin gongur frammanfyri trúnna. Vit eru ikki før fyri at trúgva, uttan so, at vit hava ein lut at trúgva á.

 

Tað er ikki meiningin, at tú skalt trúgva á nakað, sum ikki er til, men tú skalt trúgva frásagnunum, sannroyndunum sum í veruleikanum er, og sum ber av og er tann besta søgan nakrantíð. Eg biðji teg trúgva á Jesusar fullgjørda verk fyri syndarar, og sum virkar og er vert at seta sær sum endamál, tí Hann ber á mál. At seta títt álit á Hann, grunda á tína ævigu frels. Tað er ikki bert at seta sítt álit á, eitt hvørt sum gyklar hjá nøkrum. Tað er at hava álit á sannleikan.