11. sep, 2015

Gud er mentur

Men honum, sum er mentur í øllum lutum at gera langt út um alt tað, sum vit biðja um ella skilja, honum veri æra í kirkjuliðinum. (Ef.3, 20)

Undurfull orð!

Hann kann gera meir enn tað, ið vit biðja hann um! Meira enn vit fata. Ja, Gud fái tøkkina fyri tað. Hann kann gera “meira enn alt”.

Ja, undurfull orð! Frálík, ævig og sonn orð. Hansara megi røkkur langt út um alt tað vit kunnu skilja, út um øll mørk inn í ævinleikans undurfulla heim.

Bert tín vantrúgv kann seta mørk fyri hansara megi. Lat hann koma til tín. Og tú skalt koma til at uppliva, at hann kann enn meira, hann kann hjálpa okkum við einum og hvørjum stórum ella smáum, ja langt útum hvat vit biðja hann um ella fata!

Æran er Hansara!