15. sep, 2015

Reisist

Tað eru tó ikki tit, ið skulu berjast; tit skulu bert fylkjast har og standa kvirrir og hyggja at, hvussu Harrin frelsir tykkum... (2. Krý. 20, 17)

 

Harrans fólk eru í eini stórari neyð. Ein máttmikil herur hjá fíggindanum nærkast. Tá samlast tey í bøn til Harran: “Tí at vit eru einki mentir móti hesi miklu mannfjøld, sum kemur ímóti okkum, og vit vita einki at gera, men til tín horva eygu vár!” v/12 Og so kemur svari frá Harranum: “Tað eru tó ikki tit, ið skulu berjast; tit skulu bert fylkjast har og standa kvirrir og hyggja at, hvussu Harrin frelsir tykkum...” v/17 “Havið trúgv á Harran, Guð tykkara, so skulu tit standast...”v/20 Næsta dag bleiv Ísrael bjarg av einum undri.

 

Tað sama hevur Guds fólk uppliva mangan síðani. Í torførum tíðum hava tey somu orð ljóða: “Vit hava ikki kraft nokk!” “Vit vit ikki hvat vit skulu gera!” “Til tín eru okkara eygu vend!” Og so kemur hjálpin.

 

Tað sama skal tú fáa at uppliva. Tey óndu ráðini, sum eru løgd móti tær, skulu ikki vinna frama. Um so er, at tú ikki hómar nakran bata, og tú kennir teg hjálparleysan í mótganginum, so hevur hann tikið sakina í egnar hendur. Um tú bert hevur trúgv til hansara, so skalt tú “standa kvirrir og hyggja at, hvussu Harrin frelsir teg!” Hjálpin er ávegis!