3. okt, 2015

Ógrundaður ótti

Óttast ikki; trúgv eina... (Luk. 8, 50)

 

Orðini “óttast ikki” eru at finna 365 ferðir í Bíbliuni. Tað er altso eitt “óttast ikki” fyri hvønn dag í árinum!

 

Tá nógv gremjan møtir okkum, ella tann víttfevnandi angistin hevur hug til at fjala okkum, so stendur Jesus har og sigur: “óttast ikki, trúgv eina.”  “Trúgvi á Gud, og trúgvi á meg.” Gud svíkir á ongum sinni. Og tá hond Jesusar heldur tær fast, hvat er tá at vera bangin fyri? Hevur Gud nakrantíð átikið sær nakað hann ikki megnaði?

 

Hann hevur lova, at hann vil standa við tína síðu í øllum vandum fyri at varðveita teg og hjálpa tær gjøgnum allar trupulleikar. So tú skalt heilt einkult hava álit á, at tað er nokk fyri teg.

 

Jesus veit sjálvandi, at tað kann ikki umgangast, at óttin og ivin kemur yvir okkum. Tí, so hevði hann aldri sag hesi orðini “óttast ikki, trúgv eina.” Tað kunnu vera mangar orsøkir, sum tala fyri, at vit ikki makta støður, og havið kunnu blíva bangin fyri, hvat fer at henda. Tað kann verða sjúka, pengar ella familja. Tað er menniskjaligt, at vera bangin fyri slíkum tingum. Men vit mugu ikki falla út í vónloysi!  Vit skulu fara til Jesus við tí, ið vit eru bangin fyri. Og vit vilja uppliva, at hann vil skifta okkara angist um við tryggleika og ófrið við frið.

 

Fær til Jesus við tínum ótta og tínum iva. Um tú gert tað, so er tað ein byrjan, at handla í trúgv. Tí trúgvin vísir seg í gerðum. At vera ein Kristin vil heilt einkult siga, at vit dag fyri dag mugu koma til Jesus. Hjá honum verður trúgvin endurnýggja.

 

Tá tú kemur til Jesus, so skalt tú uppliva, at hann ikki koyrir teg frá sær. Tvørturímóti sigur hann stillisliga: “Trúgv tín hevur frelst teg, far í friði.”