15. okt, 2015

Ávøkstur og tænasta

Eina og hvørja grein á mær, sum ikki ber ávøkst, hana tekur hann burtur, og eina og hvørja, sum ber ávøkst, reinsar hann, til tess at hon skal bera meiri ávøkst. (Jóhs. 15, 2)

 

Tá vit í dag hoyrir um, hvussu torført tað er at fáa menniskju til arbeiðis bæði í andaligum og tímiligum arbeiði, bæði í samfelag og í fylking, so reisir seg ein stórur spurningur seg? Hava vit gloymt, at tað er í tí livandi kristna lívinum, at tað finst ávøkstur?

 

Paulus skrivar í Fil. 2, 5: “Sama sinnalagið veri í tykkum, sum eisini var í Kristi Jesusi.” Jesus gav altíð seg sjálvan heilt, tá hann var í tænastu fyri Faðir sín.

 

Tað eru greinar, sum ikki bera ávøkst. Vit kunnu ikki síggja mun á teimum, ið bera ávøkst, og teimum, ið ikki bera ávøkst, men tað kann hann, ið eigur víngarðin. Tað seinast blívur tikið burtur og kasta út fyri at blíva brent. Ein ræðuligur endi!

 

Tær greinar, ið bera ávøkst, tær blíva skornar á ein slíkan hátt, so at tær koma til at bera meira ávøkst. Jesus sigur: “Av hesum verður faðir mín gjørdur dýrmettur, at tit bera miklan ávøkst, og tit verða lærusveinar mínir.” v/8.

 

Tað ljóðar kanska ikki so innbjóðandi hetta at bera ávøkst. Skulu vit nú til at taka okkum saman? Legði tú til merkis, at ávøksturin er grundaður á tann, sum eigur víngarðin, og tað arbeiði hann leggur í hann. Minn teg sjálvan á, at tað eru tit, tá tit eru saman um arbeiði, at tað eydnast, og at tað er hann, sum ber teg og ikki umvent. Tað er so mong í dag, sum vilja njóta og taka ímóti Jesu kærleika, men at fremja nakað fyri hann, so eru tey fá. Uppgávurnar er mangar. Forbøn, at vitna, styrkja tey mótleysu, handaligt arbeiði í samkomuni og mangt annað. Tað er brúk fyri øllum, um so er, at Guds ríkis arbeiði skal halda fram og vaksa.

 

Hvat tín uppgáva er, veit eg ikki. Men tað gongur heilt greitt fram av Bíbil orðinum, at tær greinar, ið bera ávøkst, eru tær virknu. Saftin og kraftin kemur frá træbulunum, ið er Jesus.

 

 Mátti Jesus fingið loyvi til í dag, ja hvønn dag, at brúkt teg í síni tænastu!