17. okt, 2015

Í Guds hond

Men eg seti mítt álit til tín, Harri, eg sigi: Tú ert Guð mín! Í tíni hond eru forløg míni! (Sl. 31, 15 – 16)

 

Lívið setur okkum uppá valg, men tað eru bert tveir møguleikar. Vit kunnu antin leggja lív okkara í Guds hond, ella taka tað í okkara egnu hendur.

 

Okkara hendur eru óróligar, uttan hvíld og veikar. Vit eru troytt aftaná tað friðleysu tuskan, og vit lata mangan hendurnar falla niður við síðuna á okkum. Vit eru óttafull fyri framtíðini, og vit eru bangin fyri deyðanum. Vit megna ikki lívið, og vit hava so lætt við at oyðileggja tað. At taka lívið í egnar hendur, er tí ikki bert vandamikið, tað er vanlukkuligt!

 

Harafturímóti, so førir tað tryggleika og hvíld við sær, tá vit leggja lívið í Guds sterku hond, ein hond, sum ongin makt í heiminum kann samanberast við.

 

 

Guds hond vil halda okkum uppi og bera okkum. Vit hava ikki fyri neyðini, at óttast nakað. Tá eitt barn leggur sína lítlu veiku hond í faðirsins sterku hond og letur hann leiða, so er barni sterkt, ikki í sær sjálvum, men harvið, at faðirsins styrki kemur barninum tilgóðar. Vissan um, at Guds kærliga hond heldur okkum fast, vil hjálpa okkum ígjøgnum allar trupulleikar og gremjan.

 

Tá lívsins byrðar tyngja okkum, so skulu vit ikki hokna undir teimum. Tá alt er myrkt rundan um okkum, og mótloysi nívir, so eiga vit ikki at falla í fátt, tí Guds hond heldur okkum uppi og ber okkum. Tá vit kenna okkum troyttan og veikan í trúnni, og eru bangin fyri at missa sambandi við Gud, tá kunnu vit hvíla í lyftinum: “Og eg gevi teimum ævigt lív, og teir skulu allar ævir ikki glatast, og eingin skal slíta teir úr hond míni.” (Jóhs. 10, 28)

 

Gud sleppur okkum ikki. Í lívið og deyð heldur hann okkum fast inn at sær. Legg hvønn dag lív títt í Guds hond av nýggjum.