20. okt, 2015

Vel tann rætta vegin

»Alt hetta havi eg hildið; hvat vantar mær enn?« (Matt, 19, 20)

 

Tað eru mong, ið eru religiøs og hava vent sær frá heimsins tóma, gudleysa verumáta – men hóast ikki eru kristin. Kanska hoyrir Bíblian vi til teirra dagliga lesnað, og tey føra eitt sámiligt lív, og fyri øll at síggja eru lýtaleys á ein hvønn hátt. Men tað heldur ikki. Um vit hava alt, men ikki Jesus, so hjálpir okkara gudsótti einki, og vit koma ikki á dómadegi at hoyra tey tey góðu orðini: ”Tað var væl gjørt, tú góði tænari!”(Luk 19,17)  Bert tann heilagleiki og reinleiki, Jesus kann geva okkum, heldur inni fyri Gudi. Gud er heilagur, og tað hevur tann týdning, at tann minsta synd skilir okkum frá honum. Tí má tann, ið ikki hevur vitnisburðin um frelsuna í Jesusi í sínum hjarta, spyrja: ”Hvat vantar mær enn?” Tað kann verða ilt at skilja, men vit kunnu biða við orðunum frá tí gamla sálminum: ”Tørvar tú, tú veist ei hvat, flýggja bert til Jesus! Um tú ei skilir teg sjálvan, hann skilir teg gott!

 

Tað gagnar, at siga við Jesus, at vit ynskja, at hann kemur inn í lív okkara, tí tá vil hann vísa okkum vegin, vit skulu ganga. Gudshugaður kann ikki hjálpa okkum. Hon er ikki meira verd enn gudsóttin hjá farisearunum, tá hann takkaði Gudi fyri sína egnu góðvild, ið bert vóru í tí ytra, og um hvat Jesus hevði at siga um tað, at tollarans rættvísi