21. okt, 2015

Vón í vónloysi

Tí at eg veit, hvørjar ætlanir eg havi í hyggju við tykkum, sigur Harrin, ætlanir um frið og ikki um ógævu, til tess at veita tykkum vónríka framtíð. (Jer. 29, 11)

 

Tað er altíð vón og framtíð fyri Guds børn. Kasta vónloysi frá tær. Tú skalt ikki hugsa so nógv um tína myrku og burturspiltu fortíð, og til einkis stara inn í trupulleikarnar, ið liggja forút. Tú skal ikki meira hugsa bert um teg sjálva, tína synd og vesaldóm. Verð ikki beiskur yvir lívsins vónbrot.

 

Gud kennir tað heila, og hann hevur hóast tað, kveikt eina vón, um tína framtíð.

 

Tín fortíð er undir blóðinum. Og yvir tína framtíð lýsir vónin. Gev hvønn dag til Harran, og tú skalt fáa at síggja, at Gud hevur gjørt tilreiðar eitt vælsignilsi fyri teg, ið er størri og prýðiligari, enn tú hevði droymt um. Tú skalt ganga frá ljósi til ljós, frá vón til uppfylling av vónini, og so aftur til eina nýggja vón.

 

Hugsa ikki um, at lívi er við at koma til endans, so at tú bert hevur avlopi eftir. Lít á Gud, tí tú hevur tað besta frammanfyri tær. Hann vil geva tær framtíð og vón.