29. okt, 2015

Vilt tú við til Paradís?

Og hann segði: »Jesus, minst tú til mín, tá ið tú kemur í ríki títt!« Og hann segði við hann: »Sanniliga sigi eg tær, í dag skalt tú vera við mær í páradís!« (Luk. 23, 42 – 43)

 

Teir tríggir krossarnir á Golgata vóru reistir. Allir tríggir, ið hingu har, vóru dømdir til deyða. Um Jesusar dóm vita vit, at grundin fyri honum var ein veikur Rómverskur landshøvdingi, ið læt seg noyða av eini rópandi mannfjøld. Jesus bleiv dømdur, sjálvt um hann var óskyldigur.

 

Á ein hátt vóru allir tríggir skyldigir yvirfyri einum øðrum dómstóli, júst so, fyri Guds dómstóli. Røvararnir vóru á jøvnum føti við meg og teg, og øll onnur menniskju í heiminum. Tí vit hava øll skuld yvirfyri honum, sum hevur mynda okkum. Hann, sum vit kunnu takka fyri, at vit liva í dag.  

 

Men Jesus, var hann skyldigur yvirfyri Gudi? Ja, tað var hann. Hann hevði ikki, og á ongum sinni synda, ella gjørt nakað galið, hvørki í hugsan, orði ella gerð. Hann hevði á ongum sinni gjørt nakað, sum Gud kallar synd. Men á krossinum bleiv tann uttan skuld gjørdur til skuld. Hann átók sær skuldina fyri tína og mína synd. Tí hekk hann har sum tann við skuld.

 

Tí kundi hann áljóðandi siga við røvaran: “Í dag skalt tú vera við mær í páradís!” Jesus hevði eisini átikið sær skuldina hjá hesum røvara yvir fyri Gudi. Jesus bleiv umboðsfólk fyri røvaran

 

Jesus var eisini eitt umboðsfólk, tá hann hekk har á Golgata. Røvarin bað Jesus um ein tanka, men hann fekk eitt Paradís. Eisini tú hevur fingið loyvi til, at venda tær til Jesus Kristus. Hann er ikki annarleiðis í dag, enn hann var hin langafríggjadagin. Hann ynskir eisini at geva tær eitt Paradís. Hann ynskir at geva tær ein ævinleika saman við Gudi, har alt er gott. Hann ynskir, at tú skalt gera brúk av, at hann, sum tín umboðsmaður, skal orðna tína søk við Gud!