17. nov, 2015

Kona Lots

Minnist til konu Lots. (Luk. 17, 32)

 

Tá Jesus tosar um sína afturkomu, so brúkar hann konu Lots sum eina ávarandi fyrimynd. Gud hevði sent einglar sínar til Sodoma, har synd og siðloysi vóru í yvirflóð. Teir skuldu bjarga Lot og familju hansara, áðrenn hann kundi straffað býin við eldi og svávul. Tá Lot og familja hansara vóru ávegis móti Zoar, tá fingu tey greið boð um, ikki at venda sær við og hyggja móti Sodoma. “Men kona hans (Lot) leit seg aftur um bak og varð at saltstólpa.” (1. Mós. 19, 23)

 

Jesus samanber støðuna í Sodoma og Gómorru við  tíðina og støðuna tá hann kemur aftur. Tað er eitt av mongum tíðar tegnum, ið Jesus gav okkum. Vit kunnu við ræðslu síggj, at teknini passa gott til okkara tíð. Tað minnir okkum á, at endin er nær.

 

Tá Jesus kemur aftur, tá blíva nøkur frelst, og onnur blíva víst burtur til æviga glatan. Jesus leggur dent á, hvussu álvarsamt tað er, at minnast konu Lots. Tað er ein ávaring um, at ikki at hava hug til hendan heimin, ella at halda fast við hann. Heimurin lokkar og dregur okkum kristnu. Sátan er úti eftir øllum, ið ganga eftir Himmal vegnum.

 

Vit eru í stórum vanda, um vit begynna at “dragna afturúr”, og vit støðugt hyggja afturum okkum. So blívur tað eins og tá rovdjór jagstra teirra fong. Tey fara sjáldan í álop á tann samlaða flokkin, men eru tolin og bíða eftir, at eitt ella annað skal skal dragna afturúr. So leypa tey á!

 

“Minnist til konu Lots.” Sigur Jesus. Frásøgnin um hana er eitt vandategn á okkara lívsvegi. Vit mugu hava eyguni vend frameftir. Móti Jesus. Vit mugu fylgja honum, og liva í hansara nærveru. Djevulin er meira vandamikil enn nakað rovdjór, men hann kann einki gera, um vit liva í nánd av Jesusi. Hann hevur tapt til Jesus einaferð fyri allar.

 

“Elskið ikki heimin” (1. Jóhs. 2, 15). Tað er Guds ávaring til tín. Hygg ikki afturum teg, men hygg frameftir – hygg uppá Jesus. Sátan hevur ikki nakað gott at geva tær. Tað finst heldur ikki nakað gott í Sodoma, sum er vert at eiga. “Minnist til konu Lots.”