5. dec, 2015

Hvíldin í bønini

Á morgni nærkar mín bøn sær til tín! (Sl. 102, 1)

 

Byrja vit dag okkara við at takka Gudi fyri tann nýggja dagin, og biðja hansara vælsignilsi yvir hann? Og enda vit dagin, við at biðja um náttar hvíldina og hansara verju móti tí ónda? Vit eru kanska meira gáloysin hesum viðvíkjandi. Men vit eiga at leggja okkum á sinni, at bøn letur upp fyri tí loynda vælsignilsinum. Og at bønarinnar lás letur hurðar aftur fyri teimum óndu maktunum. Hvat hava vit ikki brúk fyri, at fáa hesar hurðar latnar aftur. Vit síggja ikki teirra álop í lívi okkara, og hvat ringt tær gera móti okkara kæru, tí tær arbeiða í myrkri, men vit síggja fylgjurnar, av teirra gerningi.

 

Vit hava fyri neyðini at biðja um vælsignilsi yvir okkum sjálv og okkara arbeiði, og at tala við Gud um okkara gleði og trupulleikar. Gud hoyrir bønir betur enn vit kunnu hugsa okkum. Mangt av tí góða, sum vit halda at vit hava gjørt okkum ómak við, er ein gáva av Guds hond. Og tey góðu hugskot, vit breggja okkum av, er eisini frá honum. Tí eiga vit ikki at gevast við, at takka honum.

 

Vit liva kanska í eini bønar fátækari tíð, og eru ikki eins íðin og tey eldru, ið hildu seg til Gud og livdu eitt heilagt lív, ið vit sjáldan síggja í dag. Tey kundu biðja og trúgva áhaldandi ár eftir ár og hildu fast í teirra bønar evnum. Og tey fingu loyvi til, at síggja fruktirnar av teirra bønum. Tey upplivdu stórar vekingar og eina leitan eftir Gudi, sum vit ikki síggja í dag. Latum okkum vera meira íðin til at brúka bønina, ið letur upp fyri tí loynda vælsignilsinum.