13. dec, 2015

Jesus – óbroytiligur hin sami

Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir. (Heb. 13, 8)

Ongantíð áður hevur heimurin broytt seg við slíkari ferð sum nú, og sum vit uppliva hesi árini. Vit koma tað nokk mest til hugs, nú um nýggjárs tíð, har vit jú mangan hyggja afturá tíðina, sum farin er og gera støðuna upp. Hvat er tað tó mangt, ið er blivið annarleiðis í mun til seinasta nýggjár. Politiskt, økonomiskt, mentunarliga og etiskt. Støðugt blíva vit gjørd varug við nakað nýtt og annarleiðis, og vit skulu skipa tilveru okkara eftir hesum nýggju umstøðum.

Er tað nakar ella nakað, sum stendur fast og óbroytiligt í øllum hesum óstøðuga? Ja ljóðar tað til okkum, sum tað stendur í orðunum, sum vit byrjaðu við. Jesus er óbroytiligur og tann sami, sum hann var, tá hann var her í heiminum. Tað eiga vit at taka við okkum inn í tað nýggja ári sum ein góðan akkersbotn fyri okkara tilveru.

Hvussu Jesus var, tað fáa vit greið boð um í teimum frásagnum, ið finnast í Evangeliinum. Hann var fullur av náði og sannleika. Hann ferðaðist saman við syndarum, og hevði tilvitað samband við tey, ið onnur skýggjaðu. Hann vendi ikki tað deyva oyra til, tá ein ella annar bað um hansara hjálp. Hann fór til ein av sínum lærusveinum, sum var vikin av tí vegi, sum Jesus hevði bein hann á, so bjargaði hann honum, og so gav hann honum loyvi til eina nýggja byrjan.

Alt hetta og meira til eiga vit, at hava í huga okkara, tá vit ímynda okkum hvussu Jesus var. Og so skulu vit út frá teimum orðum vit byrjaðu við leggja okkum í geyma, at júst á hendan hátt er hann enn í dag, og á henda hátt vil hann verða hvønn dag í árinum, og so leingi heimurin stendur.

Tað er trygt og gott at kenna Jesus og at vita, at hann er til at hava álit á, og óbroytilig er hans náði, góðska og miskunn frá degi til dags og frá ári til árs.