26. dec, 2015

Lovsongur Simions

Ert tú tilreiðar at doyggja við friði, tí tú hevur sæð Guds frelsu

»Harri, nú letur tú tænara tín fara í friði eftir orði tínum; tí at eygu míni hava sæð frelsu tína, sum tú hevur búgvið til fyri øll fólkasløg, eitt ljós til at lýsa fyri heidnum monnum og eina dýrd fyri Ísrael, fólk títt.« (Luk. 2, 29 – 32)

Tað munnu hava verði mangir nýføðingar í templinum  fyri at blíva bornir fram fyri Gud, sum tað var sigur og brúk tá í tíðini. Men Heilagi Andi hevði sannført Simion um, at júst hetta barni var Messias.

Tað bleiv eitt NÙ fyri Simion. NÙ gongur Guds persónliga lyfti til hansara út. NÙ svara Gud uppá hansara bøn, sum hann við longsli hevði bíða eftir. NÙ fær hann loyvi til persónliga at møta Messias.

Friðurin kann taka búgv í hansara hjarta. Takksemi kann kann merkjast á honum. Gud helt sítt orð! Hann helt sítt persóliga lyfti til Simion, so vil hann eisini øll onnur lyftir. Simion hevur lisið í Skriftini. Frelsan í Jesusi er fyri ØLL menniskju.

Bíblian er sonn, og Gud heldur orð, óansæð hvørjar kenslur vit hava. Men tað er á ein serligan hátt trúarstyrkjandi, tá vit fáa eitt persónligt møti við Jesus sjálv. Tá kunnu vit av álvara merkja gleðina, friðin og takksemi, tá Heilagi Andi sannførir okkum persónligt ella svarar okkara persónligu bønum.

Tað er ikki vist, at kenslurnar vara so leingi, men tær koma ikki, um vit ikki liva  nær Guds orði, dvølja við hann og undrast um hann.

Um vit ikki biðja til Gud, so kann hann heldur ikki svara okkum. Um vit ikki vanta og hyggja eftir svari, so kunnu vit vist mangan ikki varnast svari.

Simions stutti lovsangur er ein lovsangur um eitt langt lív saman við Gudi. Hann skimaðist eftir Guds svari. Tí varnaðist hann, at Jesus var millum øll hini børnin tann dagin.