Tú er kendur av mær – og elskaður

Í 1. Kor. 14, 3 lesa vit:

                “Men tann, sum profeterar, talar fyri monnum til uppbyggingar og áminningar og ugganar.” So les gjølla hesa profeti ígjøgnum, helst fleiri ferðir, og legg tær í geyma, um hon gevur tær uppbygging, áminning og uggan til títt hjarta.

 

                Profetin ljóðar á hendan hátt:

 

Eg eri kunnugur og veit

 

                Mítt barn, eg kenni teg, og veit alt hvat tær viðvíkir, og tað er einki, ið tú kanst fjala fyri mær. Eg veit um allar tær ferðir, tú er komin til tað niðurstøðu, at eg orki ikki meira, og tú hevur gjørt eina roynd at gera tað gott aftur.

Eg kenni allar tær ferðir, tú hevur valt at æra meg, og eg veit um allar tær ferðir, tú hevur valt at synda.

Eg veit um allar tær ferðir, tú hevur akta meg, sjálvt um tað kostaði tær nakað.

Eg veit eisini um tær ferðir, tú ikki hevur lurtað eftir míni rødd, og  verði fúsur til at gera eftir boðum mínum.

 

Eg elski teg

 

                Hví hugsar tú, at tú kanst fjala teg fyri mær?

Eg eri Gud, ið kennir alt. Heldur tú veruliga, at tú kanst fjala tíni brek og veikleikar fyri mær?

Eg vil siga eitt við teg: Tað er eingin møguleiki fyri tí.

Tað er heldur ikki neyðugt. Tí eg kenni heilt neyvt, á hvønn hátt tú ert, og tú er dýrabarur fyri meg.

 

Heldur tú, at mín kærleiki og góðkenning av tær er grundað á falskar upplýsingar? Nei, tí er eri ein sannorðaður Gud.

Barn mítt, eg eri frá ævinleikanum til ævinleikan, og eg havi sæð alt, tað tú hevur gjørt, og hvat tú ert í ferð við at gera, og hvat tú ætlar at gera framyvir.

Eg elski ikki alt tað, ið tú gert. Men eg elski teg! Og eg vil á ongum sinni halda uppat við mínum kærleika til tín, hóast tú ikki háttar tær eins og eg  hevði ynskt. Eitt kanst tú vera vísur í, og tað er, at eg elski teg!

 

Sonar míns blóð

 

                Er tað ikki runnið upp fyri tær, at blóð sonar míns er nokk fyri teg? Tað fjalir yvir øll tíni brek og veikleikar, og ger teg reinan og heilagan fyri mær. Ja, tað gevur tær atgongd til at koma í námind av mær, og ikki at óttast fyri av blíva avvístur.

Tú ert blivin kendur av mær – og góðkendur. Tað er einki, sum tú framyvir vilt gera, ið kann koma óvart á meg. Tað er ikki nakað í tínum veikleika ella lyndis veikleika, ið eg ikki longu kenni til.

Verð ikki bangin fyri, at eg vil fordøma teg, ella koyra teg burtur frá mær.

Eg sigi tær: Revsingin fyri alla tína synd og alla tína neyð er longu goldin. Tú bleiv skuldarfríður tann dagin tú komst til trúgv á son mín, og tók ímóti honum sum tínum Harra og Meistara.

 

Eingin fordøming

 

                Jú, tú vilt áhaldandi gera feilir. Men eg vil gera eitt arbeiði í tínum innara lívi, og eg vil rætta tað upp, ið skal rættast. Eg elski teg so nógv, at eg lati teg ikki aleinaðan, sum tú ert. Tí arbeiði eg í tínum lívi, fyri at tú kanst búnast og broytast. Og tá tú stigvíst yvirgevur teg til mín, so vil eg mynda títt lyndi og medferð, og eg vil mynda mítt eyðkenni á tær

Tað vil verða tíðir, har eg, sum tín elskaði Faðir, vil eg koma til at rættleiða og harta teg. Men kæra barn, tú mást ikki síggja mína rættleiðing sum fordøming, tí eg fordømi teg ikki.

Kraftin av fordømingini yvir teg bleiv brotin, tá sonur mín stóð upp frá teimum deyðu.

Mín markleysi kærleiki og góðkenning av tær bleiv fullkomin, tá tú komst til trúgv.

Fordømingin, sum tú kanst merkja yvir títt lív, er ein lygn frá fíggindanum, gjørt fyri, at tú skalt kenna teg lítlan og óviðkomandi. Tað er als eingin fordøming frá mær til tín. Eg vil á ongum sinni avnokta teg ella koyra teg frá mær, tá tú kemur til mín.

Eg lýti ikki at  hvussu vánaligar tínar gerðir hava verið, ella hvussu skitnan tú følir teg, tá tú oysir út av tínum hjarta fyri mær, angrar og kemur aftur til mín. Eg vil vissa teg um, at eg vil taka ímóti tær við opnum ørmum.

 

Hvíl í mínum kærleika

 

                Tú kanst einki gera, sum kann ógilda mín kærleika til tín. Eg havi skrivað í mínum Orði, at tú ert fevndur av mínum kærleika, og soleiðis er og verður tað.

Burturvísing og fordøming hava ikki meira megi yvir tær, og kunnu á ongum sinni skilja teg frá mær.

Kæra barn! Sjálvandi ynski eg, at tú skalt uppføra teg sámiligt. Sjálvandi ynski eg, at tú skalt broytast innanífrá, so tú kemur til at líkjast mær meira og meira.

Men eg vil á ongum sinni fordøma ella vísa teg burtur, um so er at tú fellur. Eg kenni alt lív títt, og eg góðtaki teg sum mítt egna. Tú ert mín, og einki kann skilja teg frá mínum kærleika.

Hvíl í hesum áliti!

Hvíl í mínum kærleika!