Orð, sum koma í huga mín

1. jan, 2018

…Tí at tit eru ein roykur, sum eina stutta stund er sjónligur og so hvørvur burtur. (Ják. 4, 14)

Tað liggur okkum mangan á, at leggja ætlanir uttan Gud. Eins og Jákup eisini skrivar: ”Í dag ella í morgin skulu vit fara…tit sum ikki vita, hvat ið verða skal í morgin!” Vit vita heldur ikki hvussu mangar dagar okkum er avmált, og endin á lívið okkara er kanska nærri enn vit hugsa. Tí eiga vit at gerða eins og sálmaskaldi skrivar: ”Á hvørjum degi vil eg teg prísa og navni tínum lova um aldur og ævir!” (Sl 145,2)

Vit eiga at læra at liva ein dag ísenn. Tá okkara byrðar blíva ov tungar fyri okkum at berða, so er tað tíð, at vit vilja berða byrðar fyri fleiri dagar samtíðis. Vit eiga at leggja tilrættis sum ein, sum er á eini stuttari vitjan frá vøggu til grøv, og altíð verða tilreiðar at fara. Tí eiga vit ikki lata nakað, sum kann gerðast í dag bíða til seinri. Vit eiga heldur ikki lata sólina seta yvur okkara vreiði, meinhuga ella nag. Ver altíð tilreiðar! Tað átti at verði okkar aðalmál, tí tað er avgerandi, at vit eru tilreiðar tá Gud kallar.

 

At læra at hava álit á Gud, má roynast. Vit hugsa, at vit eru nakað í okkum sjálvum og kunnu alt sjálv, og verða lætt freista til at leggja ætlanir langt framm í tíðina fyri lív okkara. Men lív okkara er eins og roykur í stilli. Tíð eiga vit at taka ávaringina í álvara um, at vera tilreiðar, so vit gerða okkum tilreiðar, vit, sum eru eins og ein roykur eiga at minnast, tá vit gerða ætlanir, so eiga vit at leggja afturat: Um Gud vil!

 

29. dec, 2017

"Harri, er tað Tú, so sig við meg, at eg skal koma til Tín á vatninum!" Hann segði: "Kom!" (Matt. 14, 28 – 29)

Tey flestu av okkum hava ein serligan tokka til Pætur. Tað er so lætt at kenna seg aftur í honum. Tað einu løtuna er trúgvin so sterk sum ein hella – í tí næsta løtu hevur ivin tikið yvir.

Vit síggja tað so skilliga her. Jesus mátti verða aleinaður og hvíla seg. Hann sendi lærusveinarnar avstað við bátinum. Teir skuldu yvirum til hin áarbakkan á Genesaret vatninum. Men tað bleiv nógvur vindur, sum so mangan har á leiðini.

Tá hendi tað stóra undri. Jesus kemur gangandi til teirra eftir aldunum! Tá tann fyrsti skelkurin hevði lagt seg, tá bleiv Pætur fyltur av trúar eldhuga og frímóð, og Jesus beyð honum, at koma yvir til sín.

So leingi Pætur hugdi uppá Jesus, so gekst tað honum gott: “Alt er honum møguligt, sum trýr!" (Mark. 9, 23) Ikki tí, at trúgvin hon er sterk í sær sjálvum, men tí hon er rætta ímóti honum, sum hevur alla makt. Tá Pætur flutti eyguni burtur frá Jesusi, tá fór hann at søkka. Hann byrjaði at geva gætur eftir vindinum og aldunum. Trúgvin misti sítt fasta standpunkt. Ivin fekk vald á Pætur, og hann sakk.

Í síni neyð rópti Pætur á Jesus. Tá hendi tað størsta undri hendan dagin. Jesus tók ímóti einum søkkandi ivandi syndara. Jesus segði ikki. “Nei, Pætur, nú mást tú klára teg sjálvan!” “Ivandi kann eg ikki hjálpa.” Jesus tekur ímóti okkum í okkara neyð og iva. Hann rættir hondina út til teirra, sum søkka, og hjálpir teimum uppaftur.

Millum trúgv og iva. Tað er har, at ein og hvør kristin livir. Ikki tí, at trúgvin blívur burtur, men hon skuggar mangan yvir trúnni, so ivin hevur frítt spæl. Vit kunnu mangan kenna okkum veik og hjálparleys. Tað ringasta, sum er, er tann hugsan, sum mangan kemur, at nú vil Jesus ikki hjálpa mær. Hann kann ikki hjálpa mær, tá eg eri ivandi.

Tað er rætt, at Pætur mangan mátti hoyra Jesusar áminning, men hann bleiv á ongum sinnið koyrdur burtur frá honum. Jesus telur ikki tíni føll, og tekur ikki mát av ivanum. Hann hevur ikki ein skala har mett verður um hvussu mangan tú hevur synda og ert fallin, og har tú hevur brúkt tína kvotu, so tú ikki kanst rokna við hansara hjálp.

Jesus rættir móti tær sínar hendur – eisini tá tú ert ein søkkandi ivandi.

25. dec, 2017

Hon skal eiga son, og tú skalt kalla navn Hansara Jesus; tí Hann skal frelsa fólk Sítt frá syndum teirra. (Matt. 1, 21)

Tað nýttist ikki Josefi, at velja eitt navn til barni, sum skuldi føðast. Hann fekk navni at vita av Harrans eingli í einum dreymi: “Og tú skalt kalla navn Hansara Jesus.” Og tá Guds Sonur var føddur, tá gav Jósef honum tað navni.

Tað var ein djúp meining við tí. Navni Jesus hevur tann týdning “Frelsa” ella “Harrin er Frelsa”. “Men táið fylling tíðarinnar kom, sendi Gud Son Sín, føddan av kvinnu, føddan undir lógini, fyri at Hann skuldi keypa tey leys, sum undir lógini vóru, so vit skuldu fáa sonarættin.” (Gal. 4, 4 – 5)  Nú var fylling tíðarinnar komin!

Eingin annar enn Jesus kundi frelsa okkum frá synda skuldini, og keypa okkum leys frá lógini. Tí mátti Gud traðka til, fyri at bjarga mannaættini gjøgnum Jesus. Hann tók revsingina fyri allar heimsins syndir á seg, og barð hana uppá krossin. Hevði Gud ikki traðka til á hendan hátt, so høvdu øll veri í djúpastu neyð, so sum Bíblian sigur okkum. “Uttan Gud og uttan vón í heiminum”. Tí eiga vit at gleða okkum yvir, at tað bleiv jól á jørðini, og at Jesus kom fyri at frelsa okkum frá synda skuldini.

Frelsan í Jesusi hevur meira við sær enn so, Jesus frelsir okkum eisini frá synda megini! Og hvør av okkum hevur ikki synd, sum vit treingja til at blív frelst frá! “Vit synda dagliga nógv”. Tí synda megin er sterk. Men Jesus megi er enn sterkari, og hon megnar at frelsa okkum frá einari og hvørjari synd.

Men skal Jesu navni frelsa okkum frá einari og hvørjari synd, so er tað ikki nokk, at vit hava hansara navn á okkara vørrum. Vit mugu hava navn hansara í okkara hjørtum, og í okkara dagliga lívið. Tað var einki pláss fyri Jesusi, tá hann bleiv føddur í Betlehem.

Er tað pláss fyri honum í hjarta tínum?

24. dec, 2017

...tá søgdu hirðarnir hvør við annan: »Latum okkum nú fara beinanvegin til Betlehem og vita um hesi tíðindi, sum hend eru, og sum Harrin hevur kunngjørt okkum. (Luk. 2, 15)

Í okkara hugflogi og hugsan, so ímynda vit okkum, at hirðarnir eru nakrir sveimandi menn. Men so var ikki í veruleikanum. Hirðarnir vóru arbeiðssamir menn, sum passaðu teirra harða og vandamikla arbeiði. Bæði tjóðar og villini djór kundu leypa á teir. Teir vóru fátækir, ólærdir og góðvarin menn. Teir vóru ikki høgt í metum millum manna, og vóru tí mangan mettir sum lítilsverdir.

Tað undurfulla er, at júst hirðarnir blivu av Gudi útvaldir til, at vera teir fyrstu, ið skuldu fáa tann gleða boðskapin at hoyra. Hesir lítilsverdu menn skuldu verða tey fyrstu vitni til Jesu føðing. Jesus hevði einaferð á munni: “Eg prísi Tær, Faðir, Harri Himmals og jarðar, at Tú hevur dult hetta fyri vísum og klókum og opinberað ómyndigum tað! Ja, Faðir! Tí so líkaði Tær, at verða skuldi.” (Luk. 10, 21) Tað eru slík menniskju, sum veruliga hava møguleikan til, at uppliva jóla undri! Eitt undur skal nevniliga  ikki fatast, men tað skal møtast í trúgv og tilbiðjan.

Jólaevangeliið sigur okkum frá, hvussu tað gekst hjá hirðunum. Teir blivu broyttir til nýggj menniskju. Ikki grunda á løtumyndina – ljósi hvarv jú aftur, og eingla sangurin tagnaði – men grunda á sjálvan jólaboðskapin. “Tykkum er í dag Frelsari føddur!” Tað hevði so stóra ávirkan á teir, at teir gjørdu av, at fara til Betlehem.

Hirðarnir komu til krubbuna hjá Jesusi. Teir sóu Guds Son, teir trúðu, og teir tóku ímóti. Og tað var tað, sum gjørdi teir til nýggj menniskjum.

Júst tann sami vegur leiðir eisini í dag til eitt reiðiligt og ríkt gudslívið. Evangelii um okkara Frelsara ljóðar av nýggjum til okkum hesi jólini. Tað ræður um, at vit – eins og hirðarnir – koma til krubbuna hjá Jesusi og tilbiðja hann. Fyrst tá Harrin yvir jólunum hevur fingið sítt pláss í okkara hjørtum og er settur í miðjuna, so vilja vit uppliva Hansara frið og gleði.

 

23. dec, 2017

             Men tit trúgva ikki, tí at tit eru ikki av mínum seyðum. (Jóh. 10,26)

            Hesi orð eru á fyrsta sinni søgd av Jesusar munni til ein skara av menniskjum, sum vóru ivandi yvir fyri Jesusi. Jesus staðfesti, at tað var ein skilnaður millum hesi fólkini og hann. Hann kendi tey gott, hann hevði haft sálarrøkt saman við teimum í tíðini frammanundan, tá hann vísti teimum vegin til tað æviga lívið við trúnni á hann sjálvan.

          Hesin skarin av menniskjum var nokk ikki so ymiskur í útsjónd og dagliga yrki. Tey høvdu eisini øll hoyrt um Jesus, givið honum somu spurningar og lurta eftir hansara svari.

          Og tó var langur avstandur ímilllum tey og Jesus. Jesus hevði gjøgnumskoða tey: “Tit eru ikki av mínum seyðum”. Orsøkin er at finna í teirra manglandi sjálvsjáttan. Synd var fyri tey avmarkað til tað, tey ikki sjálvi megnaðu í lívinum. Hetta avgjørdi teirra hátt at lurta eftir tí, Jesus hevði at siga teimum. Tey trúðu ikki!

          Men Jesus talar eisini um ein annan skara av menniskjum. Hann kallar tey: “Mínir seyðir” og tey sum “Hoyra reyst mína”.

          Millum teirra ert tú, sum við tungum hjarta má sanna, at tú gert mistøk í mongum og ert veikur eins og ein seyður. Tú megnar ikki sjálvur at stríðast móti tí, sum leiðir teg avvegis. Tað er ein uppliving, ið eyðmíkir aftur og aftur. Um tað er nakað, eg havi brúk fyri, so er tað ein, sum vil vera hirði fyri meg og vil leiða meg gjøgnum lívið, hugsar tú.

          Júst hendan játtan opnar títt sinni og hjarta fyri Jesu orðum. Tú hoyrir orðini, sum blíva persónlig fyri teg. Orðini av Jesusar munni: “Eg vil vera hirði fyri teg, eg vil vera tín Frelsari”.

          Sóknast tú eftir Jesusar orðum, tí tú treingir til hann, tá hoyrir tú rødd hansara og ert hansara barn.