3. jan, 2016

Tann sami

Tí at eg, Harrin, eri ikki broyttur. (Mal. 3, 6)

Manst tú verða hin sami, sum tú vart einaferð?

Brennur enn hin sama glóð og kærleiki, tað sama umhugsni fyri sálina, og tað sama hatur móti syndini?

Um ikki, so mást tú av álvara vakna við, og bøta um tað støðu tú ert komin í. Tú mást venda aftur til tann fyrsta kærleikan. Tað er møguleiki fyri tí, tíHarrin, eri ikki broyttur. Hann elskar teg eins høgt í dag sum tá. Hann hevur tað somu megi til tín í dag. Hann er trúfastur, eisini tá tú ert trúleysur. Gud er ikki lúnutur. Sinni hansara er ikki skiftandi. Hansara kenslur yvirfyri tær eru óbroytiligar. Hann er hin sami í dag, eins og hann var hin dagin tá hann bað fyri teimum, sum tóku hann av lívið, og doyði fyri sínar fíggindar. Tað er ikki at enda komi við hansara náði. Hansara tolmóð er uttan mørk. Hansara ríkidømi ótømandi.

Hann er tað fasta og týdningarmesta í lívið tínum. Hansara kærleiki er tann óvikandi hella, sum tú kanst seta títt álit á. Tí at eg, Harrin, eri ikki broyttur. Gott nýggjár øll somul!