16. jan, 2016

Mátt og megi

Kom higar við fingri tínum og síggj hendur mínar! (Jóhs. 20, 27)

Tínar hendur eru skitnar! Hygg uppá tær, tær eru dálkaðar. Og alt tað, sum tú tekur í blívur skitið.

Tínar hendur eru harðar! Tær sára meira, enn tær lekja. Tær sláa meira, enn tær ugga. Tað er sjálvt lívið, sum hevur gjørt tær harðar. Tú veitst tað neyvan sjálvur.

Tínar hendur eru friðleysar! Tær brenna av girnd. Tær eru altráar eftir lygn. Tær eru friðleysar og og uttan hvílu. Og altíð upptiknar av tær sjálvum og tínum egna.

Tínar hendur eru troyttar – aftaná tí friðleysu jagstran. Tú hevur bestan hugin til, at lata tær falla, men tú kanst ikki finna hvílu. Av tí grund fáa hendurnar ongantíð hvílu.

Men her er hvílan!

Jesus sigur: “síggj hendur mínar!”

Hansara naglamerktu hendur eru útrættar í kærleika, róligar og sterkar móti tínum veiku hondum. Legg tær bert fúsur í hansara.

Tað er fyrigeving fyri syndarar. Tað er reinsan fyri tær skitnu hendurnar. Har blívur tað harða sinni kærligt. Har blívur tað friðleysa róligt. Har blívur tað troytta styrkt. Har fær tann mótleysi mót og megi.