26. jan, 2016

Botnleys frelsa

Við ævigum kærleika havi eg elskað teg, tí vart tú leiddur av miskunn míni. (Jer. 31, 3)

Guds dagliga náði er mítt lívs størsta undur.

At hann hóast alt ikki er blivin troyttur av mær og er vorðin vónbrotin av mær. Og at hann ikki langt síðani hevur uppgivið meg! Eg, sum hóast alt er blivin troyttur og vónbrotin av mær sjálvum! Hvat kann tá grundin vera, at hann hevur varðveitt sína miskunn ímóti mær?

Her kemur svari:

Við ævigum kærleika havi eg elskað teg.

Hansara kærleiki til mín er ævigur – óendaligur – eins og alt er tað er í ævinleikanum. Langt áðrenn eg sá dagsins ljós – heilt frá ævinleikanum av, hevur hann elska meg. Og hann hevur lova, at elska meg nógv longur, enn heimurin er til – heilt inn í ævinleikans óendaligu framtíð.

Gud elska meg so hjartaliga og við eini sterkari og serstakari kenslu, eins og hann elskaði sín egna son. Hansara kærleiki til mín fátæka syndara er so stór, eins og himmalin er yvir jørðini, og so botnleys sum dýpdirnar í Gudi.

Tí vart tú leiddur av miskunn Hansara.

Á tú undurfulli Gud!

Og nú, halleluja, mítt framtíðarskeið

skal ofrast við gleði á hansara leið,

sum sjálvkravdur bløddi og ofraði seg.

O botnleysa frelsa, fyri teg, fyri meg!

William  Booth