1. feb, 2016

Ljósi í myrkrinum

Harrin er ljós mítt. (Sl. 27, 1)

Kæri Gud, lat ikki mína sál verða í myrkrinum. Tak ikki títt ljós frá mær.

Heimurin er bæði kaldur og myrkur. So mangir gleðirúsir, sum áður ljómaði so bjart fyri mær, eru nú sløknaðir. Og eg komi til at liva í støðugum myrkri, um so er, at tú ikki letur títt ljós brenna. Mín synd skelkar meg. Tað ókenda, sum liggur frammanfyri mær gerð meg bangnan. Um eg skal ganga vegin í myrkri, so vil mín fótur snáva,  og eg vil enda í undirgangsins dýpi. Harri, lat títt ljós brenna.

Og Harrin svaraði míni bøn: Óttast ikki, mítt stríðandi barn. Vend tíni ørkymlaðu eygu móti mær, so vilt tú síggja meg. Eg vil verða títt ljós. Eg havi sløkt gleðis eldin í tær, tí tú vart blivin ov góð við hann. Tað er betri at hava meg sum tað eina stóra ljósi, enn teir mongu smáu logar, sum ein penan dag vilja sløkna.

Í mínum ljósi skalt tú síggja ljósi. Star ikki inn í myrkri, hygg bert uppá meg, so vilt tú ganga frá ljósi til ljós. Til tú áður enn tú veitst av stendur í tí sólgylta degi.