9. feb, 2016

Kempan fall

Tá mælti Dávid við Filistan: »Tú kemur móti mær við svørði og spjóti og skotteini; men eg komi móti tær í navni Harra herliðanna, Guð herfylkinga Ísraels, sum tú hevur háðað. (1. Sám. 17, 45)

Øll hava vit uppliva, at standa yvirfyri einum ella øðrum, sum vit ikki kunnu vinna á, og hava haft kensluna av vónloysi og gremjan. Vit hava øll møtt Goliat í einum ella øðrum skapi.

Vónloysi er óivað orði, tá vit hugsa um Ísraels her. Goliat kom fram av og á fyri at loypa hvøkk á, so at herurin kundi síggja hansara vakstrarlag og stødd. Hann máldi 2, 92 metur. Kjósið tykkum nú mann og latið hann koma oman higar til mín. Er hann førur at berjast við meg og fella meg, tá skulu vit verða trælir tykkara; men verði eg við yvirlutan og felli hann, tá skulu tit verða trælir okkara og tæna okkum! v/8 – 9

Hin ungi Dávid kom við matpakkanum til brøður sínar, sum vóru i herinum. So hann á tann hátt fekk eina stund burtur frá seyðafylginum, ið hann røktaði. Nú vildi hann fara ímóti Goliat! Og Dávis sigraði á fíggindanum. Filistarnir máttu flýggja!

Eingin av  Ísraels hermonnum tordu at fara at stríðast móti Goliat. Hann var teirra yvirmaður. Á hvønn hátt gjørdi Dávid tað so? Hví vann Dávid? Hann fór í Harrans navni. So mátti sjálvt Goliat geva upp.

Lat nú Goliat verða eina mynd uppá tað ónda. Hevur tú nakran sum helst møguleika, at stríðast móti honum? Tá hann freistar teg til synd? Tá hann tarnar tær vegin til Gud? Móti øllum hansara herjan her í heiminum? Móti deyðanum, sum er hæddin av hansara ónda gerningi? Tín støða er vónleys!

Tað var okkara sigur, at Jesus vann. Hann tók okkara skuld og straff, og setti okkum í frælsi frá tí ónda. Tað er hansara sigursferð. Eins og Dávis fríaði við sínum sigri ísraelsfólk, á sama hátt fríaði “Dávids sonum” øll menniskju frá teirra ónda og niðrandi heljartaki. Jesusar sigursferð bleiv fullkomin, tá hann stóð upp frá deyða og grøv. Sjálvt deyðin kundi ikki halda honum aftur “Goliat” er við undirlutan. Ikki grunda av mær og tær, men bert av Jesusi. Bert í honum hevur tú tín sigur og frælsi. Royn ikki at vinna við egnari megi, tí tá tapir tú!