13. feb, 2016

Uggarnar Gud

Guð, sum veitir ugganina. (Rom. 15, 5)

Harri tað er undurfult, at tú bert hetta navni. Júst tað navni, sum eg treingi til: “Ugganar Gud!”

Tí skundi eg mær eisini til tín nú. Gev mær ugga í míni sorg. Sorg yvir mína synd, yvir mín lítilleika, yvir míni vónbrot og mótgang. Lívi er ikki altíð so lætt at liva. Og eg eri veikur og eri mangan við undirlutan. Tú uggarnar Gud, tú mást ugga meg. Eg veit mangan ikki við vissu, hvat tað er, sum eg syrgið yvir, men eg veit bert, at eg treingi til uggan, eg treingi til at kenna, at teir ævigu armar halda rundan um meg, so eg kann kenna meg tryggan. Eg leingist at kenna og at vita, at eg eri elskaður. Eg leingist enn eina ferð at fáa váttan um, at mín synd er fyrigivin. Eg komi tí til tín, fyri at verða hjá tær fyri at fáa hita og styrkjast, og at hoyra títt faðir hjarta sláa, fyri at vissa meg um, at eg ikki er einsamallur, at tú ikki hevur gloymt títt neyðars barn, at eg enn eri tínum hjara nær, og at tú á ongum sinni, aldri vilt koyra meg frá tær.

Tú kæri uggarnar Gud, lat meg eisini i dag  sum so mangan áður, at tú í náði leskar meg við tíni sælu uggan.