18. feb, 2016

Avnoktan

 Men Pætur fylgdi langt aftaná. (Luk. 22, 54)

          Gera vit ikki Pæturi órætt, tá vit seta hansara avnoktan í garðinum hjá høvuðsprestunum í samband við hesa ytru gerð, tað at Pætur fylgdi eftir í frástøðu.

          Neyvan. Tí tað vísir nakað av tí innaru støðu, sum Pætur var í. Hann kendi á sær, at hann átti at fylgjast við Jesusi og at stuðla honum, tí hann hevði eisini lova tað, men hann tordi ikki rættiliga. Tað stríddist innaní honum millum kærleika og dirvisloysi, men dirvisloysi vildi ikki rættuliga víkja, kærleikin var vist ikki sterkur nokk.

          Um Pætur hevði gingið við síðuna av Jesusi, heilt tætt hjá honum, tá kundi hugsast, at hann ikki megnaði at avnokta hann. Tá hevði sambandi teirra millum veri so sterkt, og Jesusar sissandi ávirkan, mót og innara megi vildi uttan nakað sjónligt farin yvir í Pætur. Hann hevði uttan iva fingið megina av tí grund, at hann stóð nær hjá Jesusi. Tess tættari eitt menniskja kemur til Jesus, tess meira elskar tað hann. Og hevði kærleikin veri rættiliga brennandi, so hevði hann óivað ikki avnokta hann.

          Ansa tær fyri at koma uppá avstand frá Jesusi, tí so kann eitt álvarsligt fall vænta tær. Hóast stór orð, so kann hjarta vera langt burtur.