21. feb, 2016

GLEÐISLEYS

 Enntá í látri kennir hjartað trega, og endin á gleðini er harmur. (Or. Sál. 14, 13)

 

Mong menniskju liva við einum múri rundan um seg. Tað verður vart um hann við stórum ágrítni. Ofta gevur ein seg  út fyri at vera meira enn tað, enn ein í grundini er. Aftanfyri maskunar, fjala mong óeydnusom menniskju seg. Í okkara tíð finnast tað mong óeydnusom menniskju, enn vit gruna. Tey eru at finna í øllum samfundsløgum og aldurs gruppum. Eina mest eru tað ung óeydnusom. Vit hoyra um skúla ungdómar, íð vilja gerða sjalvmorð. Aftanfyri maskuna, hesin falski og yvirfladiski láturin, er tað eitt hjarta, íð grætur. Bíblian hevur rætt, tá tað stendur:”Enntá í látri kennir hjartað trega, og endin á gleðini er harmur.”  Í einum sangi stendur tað naka soleiðis: ”Man søkir frið í ríkidømi, glimor og æru og hugsar: hvat kann hjarta meira ynskja meir? – men djúpt har inni býr tann sami longsul, og hjarta grætur í sínum gylta fongsul”.

 

Tað er ein vegur, ið kann føra teg út av hesi ólukkuligu støðu! Begynn við at taka tína sjálvgjørdu masku av. Tak maskuna av, og erkenn og innrømma tína sonnu støðu. Legg alt framm fyri Harran og ver ikki sorgarbundin um, at fortelja honum um títt mysseydnaða lív og tína synd. Halt ikki nøkrum aftur, gev honum tað heila. Gev honum teg sjálvan!

 

Jesus hevur alla tíðina fylgt við í tínum lívið, og sæð, hvussu tú hevur haft tað. Hann hevur opna tíni eyðu og skapa erkennilsi í tær um tað misseydnaða. Hann hevur sæð tíni tár og tín longsul, og nú vil hann koma og gerða naka nýtt fyri teg. Hann vil ikki umvala ella lappa teir gomlu skaðanar, nei hann vil gerða teg til eitt heilt nítt menniskja. Tú skal fáa loyvi til at byrja av nýggjum.

 

Í samfelagi við honum vil títt lív fáa meining og innihald, og tú vil koma at læra tí ektaðu gleðina at kenna.