22. feb, 2016

Reinar hendur

Men tá ið Pilatus sá, at hann einki maktaði, men at ófriðurin heldur tók til, tók hann vatn og vaskaði sær um hendurnar, so mannamúgvan sá, og segði: “Eg eri ósekur í blóðinum á hesum rættvísa manni. Síggið tit til tað!” (Matt. 27, 24)

Hann vaskaði sínar hendur við vatni. Ein tóm gerð! Tað var ein gerð hjá einum dirvisleysum manni, tað var ússalig kávalæti. Hann meinti sjálvur, at hansara hendur vóru reinar, men tó so, so vaskaði hann sær!

Hann sigur tað sjálvur, “ at hann er ósekur í blóðinum á hesum rættvísa manni, og so letur hann, hann til at krossfesta og drepa, eftir at hann var bøðilsflongdur og píndur! Hann veit, at Jesus er ósekur og letur hann tó fáa ein deyða sum ein óbótamaður, og vaska enn einaferð sínar reinu hendur enn reinari.

Åh, Pilatus, her gjørdi tú tær eitt sálar svik! Títt dirvisloysi spældi tær eitt puss, og sátan hevði vunnið. Tínar hendur eru blóðdálkaðar, og vatn er ikki ført fyri at reinsa tær og gera tær reinar. Tú skalt einaferð doyggja við teimum blóðblettum á hondunum.

Tann, sum avnoktar Kristus, ger seg sekan til deyðan. Tað er tann einasta synd, ið ikki kann fyrigevast. Einki vatn kann gera eina slíka sál reina.