5. mar, 2016

Hygg uppá Jesus

Latum tí okkum eisini, við treysti renna tað skeið, sum okkum er fyri sett, við tað at vit líta til upphavsmann og fullkomnara trúarinnar, Jesus. (Heb. 12, 1 – 2)

Hygg uppá Jesus! Tað bleiv so mangan sagt áður. Tey trúgvandi tá høvdu veruliga sæð týdningin av, at venda sínum eygum móti upphavsmanni trúarinnar.

Tað hevur sama týdning og ávirkan í dag. Um vit ikki hyggja uppá Jesus, so gongst illa. So byrja vit at hyggja uppá okkum sjálv og trupulleikarnar og so søkka vit – eins og Símun Pætur. So leingi, sum hann hevði eyguni vend móti Jesusi, so leingi gekst tað gott, men tá hann byrjaði at hyggja uppá tær myrku aldurnar, og uppá seg sjálvan, tá byrjaði hann at søkka og var við at drukna.

Tá vit hyggja uppá Jesus, so blíva trupulleikarnir smáir, og Hann loysir teir fyri okkum. Krossurin blívur lættari at bera, tí vit mugu ásanna, at okkara krossur er lítil, og okkara stríð er lætt í mótsetning til tað, sum Jesus mátti ígjøgnum fyri okkum. Vit blíva styrkt í trúnni, við at hyggja uppá Hann – okkara andaliga lív fær føðslu við at hyggja uppá Jesus.

Jesus er okkara trúar gripur. Eins og orðini, sum vit byrjaðu við siga, so er Hann bæði upphavsmaður og fullkomnari trúarinnar. Eitt eygnakast í trúgv á Jesus er nokk til frelsu fyri eitt menniskja. Við sínum orði birtir Jesus trúnna í okkara hjørtu, og við sínum orði vil Hann vil eisini halda á við at stimbra trúnna til vit náa málinum.

At hyggja uppá Jesus – eigur ikki bert at vera ein talumáti fyri okkum. Tað er eingin hjálp í tí. Men tað hevur tann týdning, at vit mugu hyggja inn í Guds orð! Tað er tað, ið meinast við orðunum: “Hygg uppá Jesus”. Tá vit lesa Guds orð, tá fáa vit Jesus at síggja. Hann er Orði. Hann er sjálvur Orði! Í Bíbliuni kanst tú lesa alt um Jesus, sum tú hevur brúk fyri, fyri at vera í trúnni. Tú vilt síggja, at Jesus hevur sigra fyri teg á krossinum, og hevur sett teg í frælsi.

Miss ikki Jesus úr eygsjón!