6. mar, 2016

Ótti og miskunn

»Nú elvist mær mikil vandi, men heldur skulum vær falla í hendur Harrans; tí at mikil er miskunn hans; men í mannahendur vil eg ikki falla.« (2. Sám. 24, 14)

Er tað ikki mangan so, at angist sníkir seg inn á eitt Guds barn. Tess meira ein hyggur inn í trupulleikarnar, tess meira veksur óttin. Ein ring samvitska hevur ótta við sær. Óuppgjørd synd gerð menniskju fjálturstungin. Gremjan gevur ótta og ófrið.

Men tað finst ein bjarging fyri øllum ótta. “Nú elvist mær mikil vandi, men heldur skulum vær falla í hendur Harrans:” Allur vandi má víkja frá tí, sum hevur yvirgivið seg í Harrans hond. Har er fyrigeving fyri allar syndir. Har er tryggleiki fyri øll órólig lyndi. Hvat er at óttast, tá hann veit, at hann er í Harrans hondum. Guds hendur eru sterkar. Guds hendur eru blíðar. Hansara navn er fult av forstáilsi, fyrigeving og kraft.

Lat okkum tí falla í Harrans hond, tí hansara miskunn er stór.