7. mar, 2016

Hann vil lýsa

                  Tá segði Jesus við teir: »Enn eina stutta stund er ljósið tykkara millum. Gangið, meðan tit hava ljósið, at ikki myrkrið skal koma á tykkum; og tann, sum gongur í myrkrinum, veit ikki, hvar hann fer. (Jóhs. 12, 35)

 

                 Í okkara nútíð, har vit hava gøtuljós so at siga yvir alt, ja sjálvt í óbygdum økjum er ljós, so tað er ikki so mangan, at vit noyðast at ganga í myrkri. Men eg trúgvi, at mong av okkum hava roynt tað, og hava uppliva tað, og at tað ikki er serliga hugaligt. Man blívur bangin fyri at ganga inn í eitt hvørt á vegnum, og at blíva álopin av einum ella øðrum. Tað er eisini trupult at finna veg, og tað er skjótt at fara villur. Vit mugu geva Jesusi rætt tá Hann sigur: “tann, sum gongur í myrkrinum, veit ikki, hvar hann fer.”

 

Nú er tað ikki myrkri í natúruni , sum Jesus talar um. Nei, tað er myrkri, sum menniskju ganga í, tá tey ikki kenna Hann, tað sanna ljósi.

Tá menniskju liva uttan at kenna Jesus, so vita tey ikki, hvar vegurin endar. Men Bíblian sigur okkum, at vegurin endar í helviti. Ein grim sannroynd.

 

Tí er tað av størsta týdningi, at vit ganga í ljósinum, saman við Jesusi.

 

Hvønn týdning hevur tað so at ganga í ljósinum? Tað hevur tann týdning, at vit lata ljósi – Jesus – fáa loyvi til, at avdúka okkara synd. Mangan vilja vit helst umbera ella helst fjala, at vit eru fallin í synda, men tá eru vit á veg út í myrkri, vek frá samfelagnum við Jesus.

 

At ganga í ljósinum, hevur eisini tann týdning, at vit hava ljós á vegnum. Ikki á tann hátt, at vit ikki møta ymiskum á vegnum, sum eru torfør at fata og bera – tað sleppur eingin undan. Men vit kunnu fara til Jesus við okkara spurningum og øllum tí tunga og vita, at Hann altíð vil hjálpa og stuðla.

 

Og tað, sum er allarbest, er, at tá vit fylgjast við Jesusi, lívsins ljósi, so endar okkara vegur í Himlinum, har vit til allar tíðir skulu verða saman við Honum.