8. mar, 2016

Hann vil leiða

Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni. Á grasgóðum fløtum hann letur meg liggja, til hvíldaráir hann leiðir meg.(Sl. 23, 1 – 2)

Vit eru øll ávegis, og lív okkara er samansett av eini gongd móti ævinleikanum, men eingin av okkum kennir vegin ella kósina.

Tað er bert ein, ið kennir vegin, sum endar í Himlinum, og tað er Jesus. Tí mugu vit lata Hann verða okkara hirða, ja, lata Hann leiða okkum. Er Hann við okkum, so eiga vit bert at halda okkum nær til Hansara, undir allari gongdini. Kanska kunnu vit mangan halda, at vegurin er sum ein óframkomilig oyðumørk, men Jesus kennir hana, og Hann hevur lovað, at leiða okkum. Og í Hansara fylgi kunnu vit kenna okkum trygg.

Hann førir okkum eftir tí rætta vegnum, ikki eftir einum ella øðrum vegi, men eftir tí, hann meinar er bestur fyri ein hvønn av okkum. Hann hevur ikki bert umsorgan fyri at leiða okkum til tað rætta málið, men Hann lívgar og ansar eftir á leiðini. Í gongdini framá lærir Hann okkum og áminnir okkum gjøgnum orði í Bíbliuni.

Tá Ísraels fólk fóru út úr Egyptalandi, og skuldu ganga til tað lovaða landi, tá blivu tey ikki leidd eftir tí stytsta vegnum, tí tey máttu ganga ein langan umveg, og á leiðini leiddi Gud tey, undirvísti og áminti tey. Júst, tað sama vil Hann gera við okkum. Vit kunnu hava treytaleyst álit á Honum, og at Hann altíð vil leiða okkum eftir tí rætta vegnum, og ein og hvønn, sum fylgir Honum vælsignar Hann.

Jesus vil altíð leiða okkum, ikki bert í teimum stóru spurningunum, ella tá tað er serliga trupult, nei, eisini í okkara dagligu gongd, í teimum smáu avgerðunum, sum vit óivað halda, at vit kunnu avgreiða sjálv. Í veruleikanum kunnu vit ikki ráða av nøkrum, um tað er ein stór ella lítil avgerð. Vit kenna jú ikki avleiðingarnar, ið tær kunnu hava við sær.

Lat okkum tí í dag – og allar daga – leggja alt í Jesu hendur og biðja Hann leiða okkum eftir tí rætta vegnum.